Fótbóltur

Liverpool nærkast fjórða plássinum

Tað eydnaðist liðnum hjá Klopp at basa Aston Villa í Birmingham á Boxing Day - 18-ára gamli spanióli setti punktum við sínum fyrsta Premier League-máli.

2022-12-26 19:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan hálgvum seks varð Premier League-dystur nummar seks á Boxing Day settur í gongd á Villa Park, har Liverpool vitjaði. 

Tað tók ikki langa tíð hjá gestunum at fáa hol á: Longi í fimta minutti fann Andy Robertson Mohammed Salah, og so var 1-0. Stutt fyri hálvleik legði Salah upp, og Virgil Van Dijk skoraði, og Liverpool var eisini rímiliga greitt omaná fyri steðgin.

Aston Villa kom betri út til seinna hálvleik. Ollie Watkins fekk beinanvegin eitt mál kolldømt, men tá hann so fekk bóltin í málið aftur 13 minuttir seinni, stóð tað. 

Spenningur var veruliga í dystinum í eini tjúgu minuttir, men so sló 18-ára gamli Stefan Bajcetic til. Spanski miðvallarin hevur spælt nakrar minuttir fyri besta liðið í hesum kappingarárinum, men málið í dag var hansara fyrsta fyri besta liðið hjá Liverpool. 

Liðið hjá Jürgen Klopp er nú á 6. plássi við 25 stigum - fimm stig eru upp til Tottenham á fjórða plássi. Tottenham hevur tó spælt ein dyst færri.

Premier League 17. umfar
2. jóladag

Aston Villa - Liverpool 1-3 (0-1)

Brentford - Tottenham 2-2 (1-0)

Les eisini: Tottenham fekk bjargað einum stigi móti Brentford

Crystal Palace - Fulham 0-3 (0-1)
Everton - Wolves 1-2 (1-1)
Leicester - Newcastle 0-3 (0-3)
Southampton - Brighton 1-3 (0-2)

Les eisini: Newcastle er á 2.plássi í løtuni

20.00: Arsenal - West Ham 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder