Fótbóltur

Liverpool og Wolves skulu spæla umaftur

Liðini skoraðu eitt mál hvør í hvørjum hálvleiki í undirhaldandi FA Cup- dystinum. 21 dystir eru spældir í dag, og nógvir eru eisini á skránni í morgin.

Mohammes Salah sendi Liverpool á sigurskós, men Wolves javnaði og var eisini nær við at avgerða tað (Savnsmynd: EPA)

Mohammes Salah sendi Liverpool á sigurskós, men Wolves javnaði og var eisini nær við at avgerða tað (Savnsmynd: EPA)

2023-01-07 23:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jürgen Klopp kundi ikki senda Virgil Van Dijk, Diego Jotan Luis Diaz og Roberto Firmino á vøllin í kvøld, men fyriuttan skaddu spælararnar spældi Liverpool við sínum sterkast liðið í FA Cup-heimadystinum móti Wolves í kvøld. Julen Lopetegui hevði hinvegin valt fleiri av føstu spælarunum frá, men aðrir vóru at geva Liverpool høvuðbrýggj.

Útiliðið legði seg á odda eftir 25 minuttir, eftir at Liverpool tvær ferðir blakaði bóltin burtur tætt við egið mál. Seinnu ferð var tað málverjin Allison, ið royndi at spæla framvið Goncalu Guedes sum legði trýst á. Vongurin fangaði tó alveringina og kundi lættliga seta bóltin í málið. Wolves spældi við dirvi og nógvari orku, men ístaðin fyri at tað bleiv 0.2, javnaði Liverpool við frálíkum máli. Trent Alexander-Arnold streyk avstað við bólitinum og legði úr stórari fjarstøðu bóltin til aftaru stong. Har var Darwin Nunez komin uppá pláss, og dýrtkeypti áleyparin, ið hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri brendar málmøguleikar, setti bóltin hegnisliga í málið.

Liverpool skoraði aftur stutt eftir steðgin. Cody Gapko spældi sín fyrsta dyst fyri felagið, og hann sendi eftir fimm minuttir í seinna hálvleiki bóltin innfyri. Ein Wolves-verjuspælari royndi at stúta bólitn burtur, men ístaðin endaði hann hjá Mohammed Salah, ið var eirindaleysur. Wolves gav tó ikki skarvin yvir, og miðskeiðis í hálvleikinum spældi Hwang Hee-chan bandaspæl, og heldur heppið fór bólturin umvegis hann aftur í málið.

Útiliðið fekk bóltin framvið Allison einaferð aftruat, men tað var heldur undrunarvert dømt sum rangstøða. 2-2 úrslitið merkir, at liðini skulu spæla umdyst seinni í mánaðinum.

Niðanfyri er yvirlit yvir úrslitini í umfarinum

FA Cup 3. umfar
Í dag - leygardagin 07.01

12.45: 
Forest Green  Birmingham Útsettur
Crystal Palace - Southampton 1-2
Gillingham - Leicester 0-1
Preston - Huddersfield 3-1
Reading - Watford 2-0
Tottenham - Portsmouth 1-0

15.00: 
Blackpool - Nottingham Forest 4-1
Boreham Wood - Accrington 1-1
Bournemouth - Burnley 2-4
Chesterfield - West Bromwich 3-3
Fleetwood - Queens Park Rangers 2-1
Hull - Fulham 0-2
Ipswich - Rotherdam 4-1
Middlesbrough - Brighton 1-5
Millwall - Sheffield United 0-2
Shrewsbury - Sunderland 1-2

17.30: 
Brentford - West Ham 0-1
Coventry - Wrexham 3-4
Grimsby - Burton Albion 1-0
Luton - Wigan 1-1

18.00: 
Sheffield Wednesday - Newcastle 2-1

20.00: 
Liverpool - Wolves 2-2

Les eisini: Sheffield Wednesday sendi Newcastle út


Í gjár - Fríggjakvøldið 06.01
Manchester United - Everton 3-1 (1-1)

Les eisini: Rashford sendi United víðari

Í morgin - Sunnudagin 08.01

12.30
Derby - Barnsley
Bristol City - Swansea 

14.00:
Cardiff - Leeds
Stockport - Walsall
Hartlepool - Stoke City
Norwick - Blackburn

16.30:
Aston Villa - Stevenage
Mancheter City - Chelsea

Mánadagin 10.01
20.00: Oxford - Arsenal

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder