22. umfar í Premier League er á skránni hetta vikuskiftið. Í gjár vann Sheffield United 1-0 á heimavølli ímóti West Ham.
Í dag vóru sjey dystir á skránni. Tann fyrsti var á Selhurst Park har Crystal Palace tók ímóti Arsenel. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Pierre-Emerick Aubameyang skoraði fyri Arsenal, meðan Jordan Ayew skoraði fyri Crystal Palace. Aubameyang fekk eisini tað reyða kortið, eftir eina harða takling.
Leicseter, sum hevur havt eitt gott kappingarár higartil, tapti heldur óvænta á heimavølli ímóti Southampton í dag. Tað var annars Leicester sum fekk fyrsta málið í dystinum, tá Dennis Praet legði heimaliðið á odda, men gestirnir úr Southampton vendi dystinum og vunnu 1-2. Málini hjá Southampton skoraðu Stuart Armstrong og Danny Ings.
Chelsea vann á heimavølli 3-0 ímóti Burnley. Málini fyri Chelsea skutu Jorginho uppá brotsspark, Tammy Abraham og Callum Hodson-Odoi. Manchester United, sum royna at elta Chelsea á fjórða plássið, vann eisini ein greiðan sigur, tá Norwich var á vitjan. Heimaliðið vann dystin 4-0. Marcus Rashfor skeyt tvey av málunum fyri United, meðan Anthony Martial og Mason Greenwood skutu hvør sítt.
Størsti dystir á pappírinum hetta umfarið var á Tottenham Hotspurs Stadium, har Tottenham tók ímóti Liverpool. Oddaliðið í Premier League var greitt omaná í fyrra hálvleiki. Tíðliga í hálvleikinum høvdu gestirnir tveir stórar møguleikar í sama álopi, har Roberto Firmino í fyrstu atløgu royndi seg, men ein verjuleikari fekk bjarga tætt undir málinum, síðani var tað Mohamed Salah ið skeyt á stongina. Seinni í hálvleikinum hevði Virgill Van Dijk ein stóran møguleika, menn hann stútaði beint á málverjan. Átta minuttir fyri steðgin løgdu gestirnir seg á odda, tá Roberto Firmino skoraði.
Í seinna hálvleiki var Tottenham betri við. Eisini fekk heimaliðið onkran málmøguleika, millum annað til Son Heung Min, men hann megnaði ikki at umseta møguleikan til mál. Átta minuttir fyri tíð, fekk Tottenham ein risa møguleika at javna, men Giovani Lo Celso rakti ikki málið úr stuttari fjarstøðu. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, harvið heldur sigursrøðin hjá Liverpool fram.
Premier League 22. umfar
Fríggjakvøldið 10. januar
Sheffield United – West Ham 1-0
Leygardagur 11. januar
Crystal Palace – Arsenal 1-1
Chelsea – Burnley 3-0
Everton – Brighton 1-0
Leicester – Southampton 1-2
Manchester United – Norwich 4-0
Wolves – Newcastle 1-1
Tottenham – Liverpool 0-1
Sunnudagur 12. januar
Bournemouth – Watford
Aston Villa – Manchester City
Støðan:
1. Liverpool (61 stig)*
2. Leicester (45 stig)
3. Manchester City (44 stig)*
4. Chelsea (39 stig)
5. Manchester United (34 stig)
6. Sheffield United (32 stig)
7. Wolves (31 stig)
8. Tottenham (30 stig)
9. Crystal Palace (29 stig)
10. Arsenal (28 stig)
11. Everton (28 stig)
12. Southampton (28 stig)
13. Newcastle (26 stig)
14. Brighton (24 stig)
15. Burnley (24 stig)
16. West Ham (22 stig)*
17. Aston Villa (21 stig)*
18. Bournemouth (20 stig)*
19. Watford (19 stig)*
20. Norwich (14 stig)
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald