Fótbóltur

Liverpool reisti seg í stórum stíli

Tað endaði 9-0 á Anfield seinnapartin, og hetta er størsti Premier League-sigur nakrantíð hjá stórfelagnum, og tað javnar metið hjá Manchester United, ið eisini vann sín dyst í dag, og Leicester, sum tapti fyri Chelsea í yvirtali. Erling Håland bjargaði City við einum hattrikki.

Tað var sann málveitsla á Anfield, tá Liverpool vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum

Tað var sann málveitsla á Anfield, tá Liverpool vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum

2022-08-27 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir eru higartil leiktir í Premier League, og tað hevur verið áhugavert á mangan hátt.

Dagurin byrjaði við, at Manchester United tryggjaði sær annan eitt-máls sigurin á rað. Bruno Fernandes skoraði einsamalla málið í dystinum í Southampton, har Casemiro kom inn til sín fyrsta dyst í Premier League, og Cristiano Ronaldo eisini varð skiftur inn. 

Liðið hjá Erik ten Hag undirhelt ikki beinleiðis, men tað gjørdi liðið, ið tapti á Old Trafford mánakvøldið av álvara. Liverpool vann sín fyrsta dyst í kappingarárinum , og tað gjørdi liðið hjá Klopp við at hølva Bournemouth av. Uppflytararnir vórðu blástir umkoll á Anfield, har tað var 2-0 eftir bert fimm minuttir, 5-0 í hálvleikinum og 9-0 tá síðsta bríksl ljóðaði. Hetta er størsti Premier League sigur nakrantíð hjá Liverpool, og tað er javnsett met yvirhøvur: Manchester United hevur tveir 9-0 sigrar og Leicester ein.

Júst Leicester fekk góðar fyritreytir, tá Connor Gallagher fekk tvey gul kort við stuttum millumbili í fyrra hálvleiki. Men tvey mál frá Raheem Sterling í seinna hálvleiki syrgdu fyri, at heimaliðið vann í London. Chelsea hevur nú sjey stig - Leicester er undir strikuni við bert einum.

Í Manchester kom Crystal Palace - uttan Wilfried Zaha - óvæntað á odda 2-0 móti City. Meistararnir vóru í líknandi støðu í Newcastle sunnudagin, og teir reistu seg av álvara í seinna hálvleiki: Fyrst við máli frá Bernardo Silva og síðani vísti Erling Braut Håland seg frá sínari bestu síðu: Norðmaðurin gjørdi hattrikk, har serliga síðsta málið vísti hansara stóru dygdir, og 22-ára gamli Håland er nú Premier League-toppskjútti við seks málum í fýra dystum.

Guardiola og City eru beint nú á 1. plássi, men Brighton - ið vann 1-0 á Leeds - hevur eisini tíggju stig, og harvið hevur liðið hjá Graham Potter fingið eina sera góðan byrjan og hevur bert latið eitt mál inn. 

Arsenal hevur møguleika at yvirhála bæði City og Brighton í kvøld. Dysturin millum Arsenal og Fulham byrjar 17.30

Premier League 4. umfar
Leygardagin 27.08

Southampton - Manchester United 0-1
Liverpool - Bournemouth 9-0
Crystal Palace - Manchester City 2-4
Chelsea - Leicester 2-1
Brighton - Leeds 1-0
Brentford - Everton 1-1

17.30: Arsenal - Fulham

Í morgin, sunnudagin 28.08

14.00: 
Aston Villa - West Ham
           Wolves - Newcastle 
 
16.30: Nottingham - Tottenham


Støðan: 
1. Manchester City 10 stig 
2. Brighton 10 stig 
3. Arsenal 9 stig  *
4. Tottenham 7 stig *
5. Leeds 7 stig
6. Chelsea 7 stig
7. Fulham 6 stig *
8. Manchester United 6 stig
9. Liverpool 5 stig
10. Brentford 5 stig
11. Newcastle 5 stig *
12. Nottingham Forrest 4 stig *
13. Crystal Palace 4 stig
14. Southampton 4 stig
15. Aston Villa 3 stig *
16. Bournemouth 3 stig
17. Everton 2 stig
18. Wolves 1 stig *
19. Leicester 1 stig
20. West Ham 0 stig *

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder