Fyrstu knock out-dystirnir í Champions League vórðu leiktir í kvøld. Stórur spenningur var, og hóast talan ikki heilt var um topp-undirhald, so var nógvur inntensitetur og góðska í bæði Dortmund og í Madrid.
Aletico legði út sum eitt óløgi, tá liðið hjá Jurgen Klopp í kvøld vitjaði á sama leikvølli, har Champions League-steypið kom í hús í juni. Longu í 4. minutti var stórur rómur á Wanda Metropolitano, tá Saul Niguez prikaði bóltin í málið, eftir at bóltur stakk fyri føtur hansara í samband við eitt hornaspark.
Salah kom í tvær tær bestu støðurnar hjá Liverpool í dystinum (Mynd: EPA)
Skjótt eftir hetta setti Liverpool seg á spælið men hevði allan dystin sera trupult við at skapa málmøguleikar. Mohammed Salah fekk tvær ferðir gott pláss í Atletico-brotsteiginum - eina ferð í hvørjum hálvleiki - fyrru ferð varð skotið blokerað, og seinnu ferð stútaði egyptin stutt framvið. Salah varð skiftur út, Mané, á markinum til reytt kort og framvegis nakað darvaður av skaða, varð tikin út í steðginum, og útiliðið hevð lítið at bjóða uppá móti sera disipineraða liðnum hjá Diego Simeone. Argentin var sum vera man sera lívligur á síðulinjuni, og teir á heimaliðnum arbeiddu gróthart og væl í 90 minuttir á tamb á vøllinum. Leikarar sum verjuleikarin Felipe og verjukendi miðvallarin Thomas Partey, gjørdu tað sera trupult fyri Liverpool. Alvaro Morata hevði eisini tveir heilt stórar møguleikar at økja.
Fyrsta liðið hjá Liverpool hevur bert tapt ein dyst í kappingarárinum. Tað var á Sao Paolo leikvøllinum í Napoli 17. september. Gamaní tapti Liverpool stórt móti Aston Villa í Carabao Cup í desember, men tað var við eyka/ungdómsliðnum, meðan Klopp og co. vóru í Katar til HM fyri lið.
Deildur toppskjútti í Champions League nú - 19-ára gamli Erling Braut Håland (Mynd: EPA)
Í Dortmund var tað óvæntað, at tað var málleyst tríggjar fjórðingar av dystinum. So var tað ein ávísur 19-ára gamal norðmaður, ið fekk hol á. Fimm minuttir seinni breyt Mbappé ígjøgnum í høgru og legði væl flatt uppá tvørs til Neymar. Í tveir minuttir sá tað út til, at Thomas Tuchel fór at fáa eitt sera gott útgangsstøði til dystin í París um tríggjar vikur, men so varð bólturin spældur fram til Erling Braut Håland. Eitt góð temjing við vinstra beinið, og eitt frálíkt og hart spark við sama beini upp undir nettakið. Áleyparin hevur nú skorað 10 mál í sjey Champions League-dystum í hesum kappingarári. Eins og í uppgerðini millum Atletico og Liverpoool er framvegis stórur spenningur undna seinna dystinum.
Champions League 1/8-finalurnar
18/2 - 20.00:
Atletico Madrid - Liverpool 1-0 (1-0)
4' Saul Niguez 1-0
Borussia Dortmund - Paris Saint Germain 2-1 (0-0)
69' Erling Braut Håland 1-0
75' Neymar 1-1
77' Erling Braut Håland 2-1
Í morgin:
20.00: Atalanta - Valencia
Tottenham - RB Leipzig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald