Fótbóltur

Liverpool tapti týðandi fet í meistarastríðnum

Liverpool liggur tó framvegis á odda í Premier League.

Danny Ings legði Southampton á odda tíðliga í dystinum (Mynd: EPA)

Danny Ings legði Southampton á odda tíðliga í dystinum (Mynd: EPA)

2021-01-05 06:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Liverpool FC tapti í gjárkvøldið eitt týðandi fet í stríðnum um at endurvinna Premier League meistaraskapin eftir at liðið tapti 0-1 til Southampton.

Einsamalla málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki, tá Danni Ings legði Southampton á odda bert tveir minuttir eftir at dysturin var bríkslaður í gongd.

Hóast ósigurin liggur Liverpool framvegis fremst í Premier League við 33 stigum. Manchester United hevur eisini 33 stig, men hevur spælt ein dyst minni.

Southampton liggur nú á sætta plássi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder