Sjey dystir í 2. umfari í Champions League-bólkaspælinum vórðu leiktir í gjárkvøldið.
Liverpool tapti í 1. umfari greitt í Napoli, og tí var umráðandi við uppreisn á Anfield í gjár. Salah legði heimaliðið á odda í 17. minutt, men tíggju minuttir seinni javnaði Ajax. 1-1 sá út til at gerast endaliga úrslitið, men í 89. minutti skoraði miðverjin Joel Matip við góðum stútara. Harvið er liðið hjá Klopp nú í gongd í Champions League í ár.
Bayern München basti Barcelona á Allianz Arena. Heimaliðið fekk bæði málini stutt eftir steðgin - Theo Hernandez og Leroy Sané skoraðu tey. Robert Lewandowski fekk einki mál í sínari afturvendan, og Bayern hevur tikið ræðið á bólkinum.
Í bólki B vóru áhugaverd úrslit: Bayer Leverkusen vann á Atletico Madrid, og Club Brügge vann stórt á útivølli móti Porto, ið annars var greiður favorittur undan dystinum. Belgisku meistararnir eru á odda í bólkinum.
Bólkur A
Liverpool - Ajax 2-1
Rangers - Napoli: Í kvøld kl. 20.00
Napoli 3
Liverpool 3
Ajax 3
Rangers 0
Bólkur B:
FC Porto - Club Brügge 0-4
Bayer Leverkusen - Atletico Madrid 2-0
Club Brügge 6
Bayer Leverkusen 3
Atletico Madrid 3
FC Porto 0 stig
Bólkur C:
FC Viktoria Plzen - Inter Milan 0-2
Bayern München - FC Barcelona 2-0
Bayern 6
Barcelona 3
Inter 3
Plzen 0
Bólkur D:
Sporting Clube de Portugal - Tottenham Hotspur 2-0
Olympique de Marseille - Eintracht Frankfurt 0-1
Sporting 6
Tottenham 3
Frankfurt 3
Marseille 0
Í kvøld verða níggju dystir leiktir. Eingin veruligur stórdystur er á skránni.
Í kvøld - 14.09:
Bólkur E:
17.45: AC Milan - Dinamo Zagreb
20.00: Chelsea - RB Salzburg
Dinamo Zagreb 3
Salzburg 1
AC Milan 1
Chelsea 0
Bólkur F:
17.45: Shakhtar - Celtic
20.00: Real Madrid - RB Leipzig
Shakhtar 3
Real Madrid 3
RB Leipzig 0
Celtic 0
Bólkur G:
Manchester City - Borussia Dortmund
FCK - Sevilla
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00
Manchester City 3
Dortmund 3
FCK 0
Sevilla 0
Bólkur H:
Juventus - Benfica
Maccabi Haifa - PSG
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00
Benfica 3
PSG 3
Juventus 0
Haifa 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald