Fótbóltur

Liverpool úti av FA Cup

Wolverhampton sló oddaliðið í Premier League út av steypakappingini - spennandi dystir eru fyri framman í næsta umfari.

Salah og Firmino komu inn frá bonkinum men megnaðu ikki at venda dystinum fyri Liverpool 
(Savnsmynd: EPA)

Salah og Firmino komu inn frá bonkinum men megnaðu ikki at venda dystinum fyri Liverpool (Savnsmynd: EPA)

2019-01-07 22:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld var seinasti dysturin í 3. umfari í FA Cup. Tað vóru Liverpool og Wolverhampton, ið settu punktum fyri fýra dagar við 32 dystum. 

Stórfeløgini í oddinum í Premier League hava øll vunnið trygt seinastu dagarnar - Tottenham og Manchester City vunnu bæði 7-0. Liverpool átti tørn, og oddaliðið í Premier League megnaði ikki at spæla seg víðari. 

Mótstøðuliðið var Wolves á útivølli; als ikki nøkur løtt uppgáva og Jürgen Klopp hevði valt at spara teir allarflestu av teimum føstu leikarunum frá byrjan. Heimaliðið tók av og legði seg á odda stutt fyri steðgin. Divock Origi svaraði aftur stutt inn í seinna hálvleik, men tað gingu ikki nógvir minuttir til Wolves var á odda aftur. Liverpool megnaði ikki at javna aftur, hóast Salah og Firmino vóru settir inn á vøllin, tá ið tjúgu minuttir vóru eftir at leika. Annað árið á rað er Liverpool úti av FA Cup tíðliga. Raul Jimenez og Ruben Neves skoraðu málini fyri heimaliðið.

Wolverhampton - Liverpool 2-1 (1-0)

Eftir dystin var lutakast um, hvussu spælast skal í 4. umfari. Størsti dysturin har verður millum Arsenal og Manchester United á Emirates leikvøllinum. Í summum førum er enn ikki greitt, hvat annað liðið verður, av tí at umdystur skal spælast fyrst. 

4. umfar: 
Swansea City - Gillingham
AFC Wimbledon - West Ham
Shrewsbury ella Stoke - Wolves
Millwall - Everton
Brighton - West Brom
Bristol City - Bolton
Accrington - Derby ella Southampton
Doncaster - Oldham
Chelsea - Sheffield Wednesday ella Luton
Newcastle ella Blackburn - Watford
Middlesbrough - Newport
Manchester City - Burnley
Barnet - Brentford
Portsmouth - QPR
Arsenal - Manchester United
Crystal Palace - Tottenham

4. umfar verður leikt 25.-28. januar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder