
Næstseinasti dysturin í Premier League undan landsliðssteðginum var oddabrak. Einastu liðini við fullum stigatali eftir tvey umfør, og tveir av teimum trimum størstu meistarafavorittunum, hittust á Anfield.
Størsti parturin av dystinum var, við undirhaldsbrillum, rímiliga keðiligur. Liðini spældi uttan nakran serligan váða og við stórari hugsavnan í verju- og trýst spælið. Tað vóru væl meira av tekniskum villum enn av "lekkrum" tekniskum snildum.
Tað líktiskt leingi einum málleysum javnleiki, men um miðjan 2. hálvleik tók Liverpool veruliga yvir og fekk trýst Arsenal. Nakrar spentar støður og eitt kolldømt mál vóru, og í 82. minutti vann lívligi innskiftarin Curtis Jones eitt fríspark mitt fyri og stórar 25 metrar frá málinum hjá Arsenal.
Dominik Szoboszlai skuldi skjóta. Ungarin við sterka skotteknikkinum smekkaði til, og kundi valla rakt bóltin betri. Hann knekkaði væl og fór sendandi umvegis stóplan í mál, hóast David Raya toygdi seg í hvørjari lykkju.
Flotta málið hjá Szoboszlai, sum avloysir væl á høgra bakki í løtuni, og stórur "scousara-fagnaður" (Myndir: EPA)
Eitt mál, hóskandi til at avgerða ein oddadyst, sum var heldur stívur. Fyrsta málið sum fór inn móti Arsenal í ár, og hesaferð helt Liverpool sítt mál reint: Arsenal megnaði millum lítið og einki frameftir í dag.
Eftir tveir sigrar har serliga tað verjukenda hevur verið skinklandi, og Arne Slot og hansara hava avgjørt ógvuliga seint, var hetta eitt annað slag av tekin um, at Liverpool annað árið á rað kann verða eitt meistaralið. Tríggir sigrar í trimum dystum er í øllum førum úrtøkan.
Manchester City - triðja liðið sum veruliga kann mestast "í meistarafavorittbólkin" tapti í dag annan dystin á rað, og Liverpool er harvið seks stig frammanfyri liðið hjá Guardiola. Tvey stig eru niður til Chelsea, sum eisini er ósigrað, nú landsliðssteðgur er.
Støðan í Premier League eftir trý umfør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald