- Kappingin um plássini eru hørð. Nógvir dugnaligir spælarar fara at sita heima í sofuni ella á áskoðaraplássunum og hyggja í kvøld. Tað sigur eitt sindur um dygdirnar hjá føroyskum hondbólti.
- Og tað er eisini sjálvan, at vit hava so at siga alllar tøkar á hendan hátt. Tað er heldur eingin umbering, í mun til skaðar, til dystin móti Kosovo. Tí ofta hava spælarar ymiskt at dragast við, tá teir koma til landsliðssavnan. Men soleiðis er ikki hesaferð.
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna (Video)
Soleiðis segði Mark Lausen-Marcher, tá hann skuldi taka samanum støðuna í hópinum undan fyrsta dystinum í undankappingini til EM-endaspælið 2028. Ítróttarstjórin staðfestir stóru favorittstøðuna hjá Føroyum, og tað sum umrøðan er í løtuni: Manslandsliðið man sjálvan, um yvirhøvur, verið so væl fyri áður.
Mark Lausen-Marcher var gestur í fyrsta parti av hondbóltssendingini 7 móti 6, sum verður hvønn týsdag klokkan 17.15 á FM1. Har hugleddi hann um støðuna í føroyskum A-landsliðshondbólti saman við Sjúrði Hildarson Hoydal.
Lurta eftir allari sendingini her:
7 móti 6 - beinleiðis við Tjarnir: Føroyar av álvara funnið seg til rættis í hondbóltsheiminum
![]()
Mark Lausen-Marcher og Sjúrður Hildarson Hoydal við Tjarnir í gjár. Í kvøld verður lív í , tá Kosovo vitjar (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyar spæla ímóti Kosovo og Montenegro hesa vikuna, og Mark Lausen-Marcher undirstrikar, at tað er ógvuliga týdningarmikið at fáa eina góða byrjan - samstundis sum hetta er góð fyrireiking til HM-endaspælið í januar.
Montenegro á útivølli sunnudagin er greitt tann truplari dysturin hesa vikuna: Um Føroyar avrika upp ímóti vanliga stigum móti Kosovo í kvøld, so endar tað við sigri, slær ítróttarstjórin og venjarin fast, og vantar hann størri leiklut enn vant til Bjarna í Selvindi: Skálamaðurin avrikar ógvuliga væl í Vali.
Undankapping til EM-endaspælið 2028
1. umfar - í dag, mikudagin 4. november
19.00: Føroyar - Kosovo
FM1 sendir frá klokkan 18 - beinleiðis bloggur verður eisini á Portalinum
Ungarn og Montenegro eru hini bæði liðini í bólkinum, har minst tvey koma víðari til EM
Myndir: Undan fyrsta EM-undandystinum
Si eisini: Ísak Vedelsbøl: Man merkir veruliga hondbóltshuglagið við Tjarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald