Annað

Ljósari tíðir, vár og flaggdagsrenning

Ítróttafelagið Bragdið skipar fyri siðbundnu rennikappingini fyri 37. ferð.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-04-22 18:15 Author image
Innsent
placeholder

Aftur í ár bjóðar ítróttafelagið Bragdið øllum við til Flaggdagsrenningina, sum í ár er tann 37. í røðini. Øll eru vælkomin við, bæði tey, ið vilja kappast við onnur og seg sjálvan, og tey, sum vilja ganga og renna.

Í samstarvi við Sclerosufelagið verður eisini skipað fyri heilsurenning fyri bæði børn og vaksin.

Renningin byrjar kl. 16 beint eftir flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg í siðbundnu rennikappingini.

Kapprenning fyri vaksin

Rutan er tann sama sum undanfarin ár, har byrjað verður á Kongabrúnni og runnið verður fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast tvær ferð. Teinurin er knappar sjey kilometrar.

Barnarenning

Børnini sleppa eisini at renna og tey yngstu renna fyrst. Meðan tey vaksnu renna, rennur eldri bólkurin av børnunum.

Yngstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, umleið 500 metrar. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella umleið 1.000 metrar.

Heilsurenning

Saman við Sclerosufelagnum verður eisini heilsurenning, sum er vælegnað øllum, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin og børn, sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin, og luttakarar velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 kilometrar. Allur peningurin, sum kemur inn til heilsurenningina, fer til Sclerosufelagið.

Luttøkugjaldið er 40 krónur fyri børn og 100 krónur fyri vaksin, og skal gjaldast on-line.

Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið kl. 23. Tilmelding á staðnum er bara til heilsurenningina!!!

Startnummur verða útflýggjað í Snarskivuni á flaggdegnum, frá kl. 13 til 15. Heiðursmerki verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og vaksnum.

Tilmeldingin her 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder