Hondbóltur

Løgmaður: - Tað hevur stóran týdning fyri Føroyar at verða væl umboðaðar úti í heimi

Hondbólturin er við at seta okkum á heimskortið í uppaftur størri mun, staðfestir Beinir Johannesen, sum setur orð á sínar upplivingar í Bosnia við Team Klaksvík. Løgmaður hevur ikki tikið støðu enn, hvørt hann heldur fram at spæla hondbólt ella ikki.

Beinir Johannesne og konan Helena til landsdyst á Hálsi. Løgmaður sigur, at hann

Beinir Johannesne og konan Helena til landsdyst á Hálsi. Løgmaður sigur, at hann "ikki hevur verið við Tjarnir og sæð manslandsliðið beinleiðis har enn, og at tað tíverri ikki liggur fyri leygarkvøldið"

2026-05-14 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tuzla, Bosnia (Portalurin): - Líka sum landsliðið hevur havt nú, so var talan ein langan túr, løgreglufylgi til og frá venjing og ein heldur serstøk uppliving í Bosnia.

Soleiðis segði Beinir Johannesen í sendingini "Beineleiðis úr Bosnia í gjár". Vit ringdu serliga til løgmann, tí hann í 2023 var í Tuzla í hondbóltsørindum - júst sum føroyska manslandsliðið er í hesum døgum.

Sí eisini : Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

Team Klaksvík vann tvey á rað bronsu í bestu mansdeildini, og í 2023 varð avgerð tikin um at royna seg í European Cup, sum fýra føroysk feløg hava rætt til hvørt ár.

Hetta var sama kappingar, sum Allan Norðberg og Valur vunnu kappingina. Tað nevndi Beinir Johannesen eisini í samrøðuni, har han tosaði um øðrvísi men góðar umstøður í Tuzla.

[object Object]
Frá landsliðsvenjing í Tuzla í gjár: Í stóru og slitnu høllini mitt í Tuzla, har Team Klaksvík í 2023 royndi seg móti Slobodan Tuzla 

Team Klaksvík spældi móti Slobodan Tuðzla, ið satstaði nógv tað árið. Bosniska liðið kom eisini langt í European Cup ta árið og vann fyrra dystin móti Team Klaksvík 30-19 og tann seinna 23-18.

Harvið greiður samanlagdur sigur á føroyska liðnum. Báðir dystirnir vórðu spældir í stóru høllini mitt í býnum, har Føroyar í kvøld spæla HM-røkkstøkkdyst.

[object Object]
Jens Pauli Poulsen í skotroynd í Tuzla - Beinir Johannesen sæst á strikuni

[object Object]
Team Klaksvík-hópurin í Bosnia undan seinna dystinum móti Slobodan Tuzla í september 2023. Núverandi løgmaður sæst húkandi uttast til høgru í niðasta raði (Mynd: Team Klaksvík)

[object Object]

29-ára gamli løgmaðurin hevur í nógv ár verið strikuspælari hjá Team Klaksvík. Beinir Johanensen hevur ikki tikið støðu enn, hvørt hann spælir hondbólt ella ikki - um tíðin er til tað.

Hann staðfestir, at "tað tíverri ikki ber til at fara at hyggja við Tjarnir leygarkvøldið", tá Føroyar og Bosnia spæla seinna og avgerandi dystin. Men løgmaður vísir á, hvussu stóran týdning hondbólt og avrik úti í heima hava fyri Føroyar.

Hoyr alla samrøðuna við Beinir Johannesen úr sendingini úr Bosnia í gjár

Vit senda aftur klokkan 11 føroyska tíð. Lurta her

Les meira: Beinleiðis úr Bosnia klokkan 11: Føroyskir fjepparar, hjálparvenjarin, og metingar um dystin í kvøld

FM1 sigur frá dystinum í kvøld við upptakt frá klokkan 18.30 føroyska tíð - til ber eisini at fylgja gongdini í bloggi og livescore á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder