Fótbóltur

Løgmaður ynskir Jóhan tillukku

Johan á Plógv Hansen hevur víst, at hann er ítróttarfólk í heimsflokki. Hann fylgdi hondbóltsdreyminum, og tað hevur givið úrslit, síggja vit øll í dag, sigur løgmaður.

2021-08-07 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður ynskir Johan á Plógv Hansen og danska landsliðnum í hondbólti hjartaliga tillukku við silvurheiðursmerkjunum á olympisku leikunum í Tokyo.

“Johan á Plógv Hansen hevur víst, at hann er ítróttarfólk í heimsflokki. Hann fylgdi hondbóltsdreyminum, og tað hevur givið úrslit, síggja vit øll í dag,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Nú hava fleiri føroyingar luttikið á olympisku leikunum. Tað er greitt tekin um, at Føroyar hava lyft seg ítróttarliga, heldur løgmaður.

“At føroyingar regluliga luttaka við OL styrkir grundgeving okkara fyri, at Føroyar eiga at fáa limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC,” leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder