Víkingur, B36 og NSÍ hava í kvøld spælt seg víðari til hálvfinalurnar í steypakappingini. Hetta varð eisini væntað áðrenn, men Víkingur og NSÍ høvdu stórt baks á heimavølli móti ávíkavist TB og Skála. Báðir dystirnir endaði 1-0.
B36 vann trygt á AB, ið allarhelst hevur havt eitt eyga á upp- og niðurflytingardystin í vikuskiftinum. Øll málini á Tórsvølli komu í 1. hálvleiki, og harvið fekk Dan Brimsvík eina góða byrjan.
B36 og Víkingur hittast í vikuskiftinum, helst leygardagin í Runavík, í aðrari hálvfinaluni. Hin verður millum NSÍ, og liðið ið vinnur í Sørvági. Øll væntaði unndan dystinum, at tað skuldi gerast HB, ið hóast eina leiðslu heilt tíðliga í dystinum og stóra leikliga yvirvág er endað í longdari leiktíð. 1. deildarliðið fekk javnaði í samband við eitt langt innkast, og menninir hjá Heðini Askham hava stríðst sera væl, og 07 Vestur kann framvegis fremja heilt stóra bragdið.
Víkingur - TB 1-0 (0-0)
85' Sølvi Vatnhamar 1-0
NSÍ - Skála 1-0 (0-0)
74’ Aron Knudsen 1-0
B36 - AB 3-0 (3-0)
3’ Sebastian Pingel 1-0
6’ Michal Przybylski 2-0
44’ Andrass Johansen 3-0
07 Vestur - HB 1-1 (longd leiktíð)
7’ Mathias Nygaard 0-1
78’ Ragnar Weihe 1-1
Fylg við á forsíðu okkara og sí her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald