Í 2019 og 2020 bergtók liðið úr Bergamo fótbóltsevropa við dárandi og skjótum álopsspæli. Stílurin var ágangandi og stuttligur. Liðið endaði á 3. plássi í Serie A og kom í fjórðingsfinalurnar í Champions League - í ár kom eitt steyp burturúr.
Tað kiksaði í Coppa Italia fyri viku síðani, men í kvøld gjørdist Atalanta fyrsta liðið í hesum kappingarárinum, ið koppaði Bayer Leverkusen. Talan var um 51 dystir uttan ósigur í trimum kappingum undan Europa League-finaluni.
Bayer Leverkusen er týskur meistari og skal spæla steypafinalu ímóti Kaiserslautern leygarkvøldið. Talan verður tó ikki um "The Treble": Atalanta var bara betri á Aviva leikvøllinum í Dublin í kvøld.
Hetta var greitt tíðliga, og í 12. minutti var Ademola Lookman árvakin, tá Davide Zappacosta legði bóltin flatt ímóti aftaru stong, og nummar 11 setti bóltin í netið. 26-ára gamli onglendingurin við nigeranskum røtrum gjørdi tað sama 14 minuttir seinni. Leverkusen misti bóltin í uppspælinum, bólturin endaði hjá Lookman, ið gjørdi "eina tunnel" við Granit Xhaka, og staddur beint uttanfyri brotsteigin smekkaði kviki vongurin bóltin í longra málhornið.
Lookman skorar til 2-0 (Myndir: EPA)
Leverkusen royndi sum vera man at svara aftur. Tað hevur verið nakað, ið menninir hjá Xabi Alonso hava verið serfrøðingar í hetta kappingarárið. Í kvøld manglaði tó ov nógv í spælinum, og sigurin hjá vælskipaða Atalanta sá ongantíð út til at vera í vanda.
Talan var um sterkt og sannførandi liðavrik, og royndi venjarin Gian Piero Gasperini hevur sanniliga stoypt væl. Tað var tó ein maður, ið skein mest í kvøld.
Yrkisleiðin hjá Lookman úr London sá út til at ganga nakað niðureftir áðrenn skiftið til Atalanta, men hóast man ikki slær heilt til í Premier League, so kann man tó gera tað aðrastaðni. Í 75. minutti sló Ademola Lookman sigurin fastan og samstundis eisini sítt hattrik. Hesaferð rak hann framvið verjuspælara í vinstru síðu av brotsteignum og smekkaði bóltin upp í longra málhorn. Eitt vakurt mál og eitt framúr avrik hjá vinstra vonginum. Talan var um fyrsta hattrikkið í einari evropeiskari finalu síðani 1975.
Ein maður fullur í sjálvsáliti. Áður hevur hann spælt við Everton, Fulham, Leicester og RB Leipzig (Mynd: EPA)
Síðani 2016 hevur kontanti italumaðurin stjórnað Atalanta - nú kom eitt steyp loksins til høldar (Myndir: EPA)
Teir í reyðum og svørtum hava seinastu mánaðirnar sligið Sporting CP, Liverpool og Marseille út, og kundu fegnast um eitt søguligt steyp. Tað var tað fyrsta stóra hjá Atalanta síðani Coppa Italia í 1963 og tað fyrsta evropeiska nakrantíð í søguni hjá felagnum, ið ikki er millum tey størstu í Italia. Bayer Leverkusen skal reisa seg til steypafinaluna leygardagin.
Europa League-finala 2024
Mikudagin 22.05 á Aviva leikvøllinum í Dublin
Atalanta - Bayer Leverkusen 3-0 (2-0)
Ademola Lookman x3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald