Fótbóltur

Lopetegui fingið sekkin

Eftir nógv vánalig úrslit hevur Real Madrid sagt venjaran upp.

Julen Lopetegui er ikki longur Real Madrid-venjari. Ósigurin á Camp Nou í gjár var hansara seinasti dystur á odda fyri spanska kongafelagnum
(Mynd: EPA)

Julen Lopetegui er ikki longur Real Madrid-venjari. Ósigurin á Camp Nou í gjár var hansara seinasti dystur á odda fyri spanska kongafelagnum (Mynd: EPA)

2018-10-29 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá Real Madrid, beint eftir at hann varð uppsagdur hjá spanska landsliðnum. Hann byrjaði væl í nýggja starvinum, men 52-ára gamli Julen Lopetegui er seinastu tíðina komin í trupulleikar.

Real Madrid tapti í gjár heili 5-1 fyri arvafíggjindanum, Barcelona. Eyðmýkjingin var dropin; talan var um fimta ósigurin i sjey dystum. 

Tað hava verið fleiri gitingar seinastu tíðina, og í kvøld varð tað so kunngjørt, at Lopetegui ikki longur er í starvið hjá trýfaldu Champions League-meistarunum. 

42-ára gamli Santiago Solari tekur fyribils yvir. Argentinski Solari hevur fyrr spælt við Real Madrid, og var millum annað við at Champions League í 2000. Solari hevur seinastu tíðina vant eykaliðið hjá Real Madrid, og sambært Sky Sports verður hann væntandi ein varandi loysn. Fyrrverandi Chelsea-venjarin, Antonio Conte, er annars settur í samband við starvið. 

Real Madrid liggur í løtuni á 9. plássið í La Liga við 14 stigum fyri 10 dystir.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder