Fótbóltur

Lótu sjey mál inn í hitanum

7-2 gjørdist úrslitið í fyrra dystinum millum Maccabi Haifa og HB.

Mikkel Dahl skoraði eina málið fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Mikkel Dahl skoraði eina málið fyri HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-05 20:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður ikki ómøguligt, men ein trupul uppgáva sum bíðar HB í Gundadali í næstu viku tá Maccabi Haifa kemur á vitjan.

Havnarmenn taptu í kvøld heili 7-2 í fyrra dystinum ímóti ísraelska liðnum í Haifa í kvøld, og HB skal tí vinna við fimm málum, um teir skulu víðari í Europa Conference League.

Støðan í hálvleikinum var 3-1, og tað tóktiskt ikki hopleyst. Men eftir ein tíma spæl, tá Heðin Hansen fekk sítt seinna gula kort, bleiv brekkan brøtt.

7-2 og alt bendir á, at Evropa ævintýrið hjá HB er av. Returdysturin í Gundadali verður hósdagin í næstu viku.

Maccabi Haifa - HB 7-2 (3-1)
5' Din David 1-0
24' Din David 2-0
29' Mikkel Dahl 2-1
45' Dlev Haziza 3-1
62' Rami Gershon 4-1
70' Daniel Johansen (br.) 4-2
74' Ben Sahar 5-2
82' Omer Atzili 6-2
90' Yuval Ashkenazi 7-2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder