Annað

Luca Brecel úr Belgia heimsmeistari í snooker

Vann í finaluni á fýrfalda HM vinnaranum Mark Selby.

2023-05-02 10:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað var spenningur til tað seinasta í heimsmeistarakappingini í snooker, sum endaði við, at 28 ára gamli Luca Brecel úr Belgia vann meistaraheitið fyri fyrstu ferð.

Hann tók billardheimin á bólið, tá hann vann á fleiri av heimsins bestu teirra millum mest vinnandi HM meistaranum Ronnie O'Sullivan, sum saman við snookerlegenduni Stephen Hendry, hevur vunnið HM heitið sjey ferðir. Ronnie, sum eisini hevur eyknevnið "The Rocket", hevði sett sær fyri at vinna sítt áttanda heitið og harvið metið í snookersøguni. Tað skuldi tó ikki eydnast honum. Ungi belgiarin tók dreymin frá hesum ikoniska snookerspælaranum. Hóast hann seinasta dagin var frammanfyri Brecel við 10-6  setti Brecel turbo á og vann 11 dystir á rað, nakað, sum ikki er hent áður í snooker-søguni.

[object Object]

Brecel vann HM heitið við 18 sigrum móti teimum 15 hjá Selby, so munurin gjørdist ikki so stórur móti endanum av kappingini, nú Selby, sum er kendur fyri at koma afturíaftur, tá ástendur,  tók seg um reiggj og vann 5 dystir á rað. Tað var tó ikki nokk til at yvirhála Brecel.

Hóast øll eygu vórðu vend móti nýggju billardstjørnini úr Belgia í finaluni, so hendi tað óvanliga miðskeiðis í kappingini, at Mark Selby brádliga tók dik á seg í einum av dystunum og sum tann fyrsti nakrantíð í eini snookerfinalu náddi tí hægstu skoringini í snooker, 147 stig. Harvið skrivaði hann søgu.

Men tað var ungi belgiumaðurin Brecel, sum síðani tók um endan og vann sítt fyrsta HM heiti. 

[object Object]Fýrfalt HM meistarin í snooker, Mark Selby mátti lúta móti tí vælspælandi Luca Brecel. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder