Eitt fýra-ára skeið er av, og tað endaði - sum rákið hjá Spania hevur verið seinastu árini - við einum ósigri í brotssparkskapping. Luis Enrique megnaði ikki at fáa "La Roja" longur enn til seinasta HM-endaspæl, og tað skuldi vísa seg, at áttandapartsfinalan móti Marokko týsdagin gjørdist seinasti dystur hjá Enrique sum landsliðsvenjari.
52-ára gamla legendan tók við eftir HM-endaspælið í 2018. Sáttmáli hansara gekk nú út, og spanska fótbóltssambandið hevur valt ikki at leingja sáttmálan men heldur at ganga nýggjar vegir.
Valið er fallið á ein venjara, ið ikki er víðagitin, men sum hevur eina langa søgu í sparnska fótbóltssambandinum. Talan er um ein annan Luis - Luis de la Fuente ið varð kunngjørdur í dag. Størsta partin av hansara yrkisleið spældi hann við Bilbao.
Luis de la Fuente undir U21-landsdysti. Nú tekur hann enn eitt fet upp (Mynd: EPA)
Eitt stutt skifti í 2011 var hann venjari hjá Alaves, men í 2013 tók hann við sum spanskur U19-landsliðsvenjari. Har vann hann í 2015 EM, og í 2018 flutti hann upp til U21-landsliðið. Árið eftir gjørdist talan um EM-silvur, og eitt silvurheiðursmerki kom eisini um hálsin í Tokyo í fjør, tá Luis de la Fuente stóð á odda fyri olympiska liðnum hjá Spania.
Nú skal hann royna at lyfta stóru uppgávuna, og leiða Spania væl víðari. Spanska fótbóltssambandið ynskir, at 61-ára gamli venjarin skal byggja uppá arbeiði hjá Luis Enrique og toymi hansara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald