Beint fyri nýggjár kom Sky Italia út við samrøðu við Romelu Lukaku, ið síðani hevur fingið ógvuliga nógva umtalu og ymiskar avleiðingar fyri 28-ára gamla Chelsea-leikaran.
Hendan samrøðan hevur skatt nakað av umdøminum hjá Lukaku. Umframt nógvan kritikk seinastu dagarnar í miðlunum, noyddist áleyparin eisini rinda Chelsea eina bót á 500.000 evrir, ið eru 3,7 milliónir, hann slapp ikki at vera í hópinum til ógvuliga týdningarmikla dystin móti Liverpool sunnudagin, og skuldi biðja Thomas Thuchel og hópin um umbering. Tað gjørdi hann eisini alment í gjár í samrøðu við almenna miðlilin hjá Chelsea. Har nevndi belgiski leikarin eisini nevndina og áskoðararnar, ið eru serligir fyri hann, og at tað ikki var hansara meining at gera tey vónbrotin við nøkrum útsøgnum
Orsøkin til, at Lukaku "varð noyddur" til at tosa aftur, er millum annað útsagnirnar áðrenn nýggjár um, at hann ikki veruliga ynskti at fara úr Inter síðsta summar - íhvussu er ikki á tann háttin, sum hann gjørdi - og at hann veruliga elskar Milano og felagið, sum hann einaferð vil aftur til. Eisini var Lukaku eitt sindur inni á, at hann ikki heilt er glaður fyri sína støðu og mátan, ið hann verður nýttur uppá í skipanini hjá Tuchel, sum er heldur øðrvísi, enn hann væntaði.
Sambært bretskum miðlum var týski venjarin hjá Chelsea sera ónøgdur við samrøðuna, og Lukaku var settur av til dystin móti Liverpool 2. januar, sum endaði 2-2. Tað var millum annað fyri ikki at órógva fyrireikingarnar, segði Tuchel undan dystinum.
Lukaku í Inter har hann var toppskjútti, tá liðið aftur gjørdist italskur meistari. Hann elskaði tíðina í Milano, men Conte fór, hann skuldi niður í løn, og so kom Chelsea við tilboðið (Mynd: EPA)
Tó hava venjari og leikari fingið tosað tingini ígjøgnum, og tað varð skjótt greitt, at Romelu Lukaku ongan veg skuldi. Í samrøðuni í gjár vísti kraftmikli áleyparin millum annað á, at hann á ymsan hátt var misskiltur í samrøðuni - serliga tá hann tosaði um kærleikan til Inter og áskoðarar teirra, tí at hann júst tosaði til teir. Lukaku lovaði, at hann fer at arebeiða hart fyri at røkka langt við Chelsea, ið mál hansara hevur verið allatíðina.
Tað er nógv sum bendir á, at Romelu Lukaku, ið skoraði í báðum dystunum hjá Chelsea millum jól og nýggjár, aftur verður at síggja í bláum á Stamford Bridge í kvøld, tá fyrrverandi venjari hansara í Inter - og fyrrverandi Chelsea-venjarin - Antonio Conte og Tottenham vitja í fyrru hálvfinaluni í EFL Cup. Hesin dysturin byrjar klokkan 19.45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald