Fótbóltur

Lukka: - Vit skulu nakað longur enn hetta í Evropa

20-ára gamli miðverjin og bakkurin hjá H71 ásannar, at hendan dystin fekk man ikki so nógv burturúr, men man hyggur framvegis.

- Vit hava fleiri tøkar í ár og royna so at koma í topp-fýra(...) - EM er sjálvandi stóra málið í - tað er jú so stórt. Kappingin er ógvuliga hørð. Eg má bara gera mítt besta hvørjaferð, sigur Lukka Arge við Portalin (Mynd: EHF)

- Vit hava fleiri tøkar í ár og royna so at koma í topp-fýra(...) - EM er sjálvandi stóra málið í - tað er jú so stórt. Kappingin er ógvuliga hørð. Eg má bara gera mítt besta hvørjaferð, sigur Lukka Arge við Portalin (Mynd: EHF)

2024-10-12 21:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit væntaðu ikki, at vit vóru so nógv betur enn tær. Also, vit fingu at vita, at tær ikki høvdu meira enn eini 10 spælarar við og tvær eru málverjar. Tær fingu so eitt reytt kort næstan beinanvegin, og so varð tað tungt hjá teimum at renna restina av dystinum. Vit kundu hinvegin skifta út.

Hetta sigur Lukka Arge við Portalin stutt eftir margháttiliga dystin á Hálsi, har H71 vann heili 50-14 á kypriotiska Cyview Developers Latsia. 

Sí eisini: 50 mál og eingin mótsstøða til H71

Vit spurdu, um man fekk nakað burturúr hesum dystinum: 

- Veit ikki um vit fáa nakað burturúr sum so. Men vit hava millum annað nakrar, sum vanliga ikki spæla so nógv, og tær sleppa framat. Og soleiðis verður eisini í morgin.

Liðini "noyðast" at spæla aftur í morgin, sjálvt um einki er uppá spæl. Men Lukka Arge og H71 kunnu hyggja frameftir.

- Torført at siga júst hvussu langt vit skulu koma. Men eg vil siga, at vit skulu gjarna koma víðari í øllum førum einaferð.

Sum heild er støðan góð í Hoyvík.

- Vit hava nógvar aftur frá skaða, eftirskúla, lesnaði og so framvegis. Vit ætla at royna at bjóða av í topp-fýra aftur.

20-ára gamla Lukka Arge hevði sjálv skaðatrupulleikar ein part av seinasta árið. Nú er hon í EM-bruttohópinum og var við til venjing og dystir herfyri.

- Tað er sjálvandi stóra málið í ár og tað, sum allar vilja - tað er jú so stórt. Men kappingin er ógvuliga hørð. Eg má bara gera mítt besta hvørjaferð og eisini framhaldand í Evropa, har mótsstøðan verður harðari.

European Cup 2. umfar - fyrri dysturin
Høllin á Hálsi, 12.10
H71 - Cyview Developers Latsia 50-14 (24-6)

Dystargongdin: 
5 min: 5-0
10 min: 9-1
15 min: 14-4
20 min: 16-4
25 min: 21-5
30. min: 24-6
35 min: 29-6
40 min: 30-8
45 min: 35-10
50 min: 40-11
55 min: 45-13
60 min: 50-14

Málskjúttar:
Guðrið Bogadóttir á Borg 10 mál
Karin Egholm 8 mál (8 skot)
Inga Maria Joensen 6 mál
Christina Arge 5 mál (5 skot)
Maria Halsdóttir Weyhe 4 mál
Elida Joensen 4 mál
Karina Debes Heinesen 3 mál
Tóra Róadóttir 3 mál
Elsa Egholm 2 mál
Anna Elisabeth Weyhe 2 mál 
Lukka Arge 1 mál
Lea Sesilia Lava Brockie 1 mál
Sofie Kornelius 1 mál

Bjargingar:
Maria Beder 11 (55 %)
Rúna Jógvansdóttir Larsen 6 (54 %)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder