Fótbóltur

Lunnar lagdir undir enn eitt ævintýr í Evropa

Við 2-0 sigri á FC Differdange 03 hevur KÍ møguleikan at endurtaka evropeiska ævintýrið frá í fjør.

Tað slepst ikki undan, at hatturin sum evropahetja, verður settur á Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)

Tað slepst ikki undan, at hatturin sum evropahetja, verður settur á Árna Frederiksberg (Mynd: Sverri Egholm)

2024-07-10 22:14 Author image
Áron Vest
placeholder

Undan dystarbyrjan merktist sannur Evropa-rómur millum áskoðararnar við Djúpumýru. Bláa Bylgjan møtti fjølment og tað hoyrdist. Tað er ikki at forsmáa, at norðoyingar og fótbóltsføroyar annars, sóu fram til dagsins avbjóðing. Meistararnir úr Luksemburg vitjaðu í Klaksvík, men fóru heim uttan nakað stig.

KÍ liðið í dag
Í KÍ leguni verður tikið til, at útlenskir leikarar lyfta heimligar leikarar upp á hægri støði. Tann hugsanin kundi hómast, tí við startuppstillingini í dag, vóru einans tríggir føroyingar á KÍ liðnum. Hetta metti venjarin hjá KÍ, Espen Haug, var sterkasta liðið og besta loysnin til dagsins avbjóðing. Tað má sigast, at tann loysnin bar á mál.

Seinni komu Dan í Soylu, Pætur Petersen, Odmar Færø og René Shaki inn fyri KÍ. Teir fingu ikki reiðiliga havt nevnisverda ávirkan á spælið, men KÍ legan fegnaðist stórliga, at fáa Odmar á leikvøllin aftur, eftir langan skaðasteðg.

Dysturin
Tað var KÍ, ið lá omaná, so at siga allan fyrra hálvleik. Differdange kom tó til smávegis møguleikar, men til fánýtis. Teir megnaðu at leggja trýst á KÍ verjuna í løtum, men hetta darvaði ikki stríðshuganum hjá heimaliðnum.

Tað skuldi ikki ganga leingi, so var mál til KÍ. Í tólvta minutti sníkir Árni seg við bóltsnildi framvið tveimum mótstøðuleikarum og setir bóltin hegnisliga í netið til 1-0.

Gjøgnum dystin KÍ fær flestar skotroyndir, og tað mesta av dystinum gongur fyri seg á hálvuni hjá Differdange, gjøgnum sentrala miðvøllin hjá KÍ.
Teir møguleikar, ið Differdange skapti, vórðu steðgaðir áðrenn teir gjørdust vandamiklir. 

Trýstið frá Differdange
Differdange legði eitt øgiligt trýst á KÍ. Tað var ein tryggur málverji hjá KÍ, ið ferð eftir ferð, noktaði bóltinum fara í egið mál. Trýstið vaks, so Børge Petersen og Deni Pavlovic vórðu noyddir at steðga hvør sínum lovandi álopi frá mótstøðuliðnum, og fáa teir eitt gula kort hvør, í ávikavist 31. og 35. minutti.

Heimaliðið megnaði ikki beinanvegin ikki at byggja á 1-0 málið, missa spakuliga momentum, sum fyrri hálvleikur fer á glið. Einmansavrikini dalaðu í góðsku og nógvir einmansfeilir í berum ósketni. Hetta fór ikki heilt órevsað framvið borðinum hjá Differdange. Teir komu til fleiri vandamiklar støður, men ikki spurdist mál burturúr hesum. 

Tað var serliga í høgru síðu í verjustøðu, at Differdange misnýtti sínar møguleikar til kontraspæl. Hendan veikleikan megnaði KÍ at gagnnýta til fulnar, tí tað var eisini herfrá, at Árni Frederiksberg kemur inn í brotssteigarmarkið og verður feldur. KÍ fær brotsspark og Árni setti bóltin trygt í netið til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan. 

Í síðstu sekundunum av vanligu leiktíðini fær Differdange ein risa møguleika, men ein ísakaldur Børge Petersen bjargar á málstrikuni við høvdinum. 

VAR við Djúpumýru

Helst er hetta fyrstuferð, at VAR-rúmið var nýtt so nógv í einum dysti við Djúpumýru. Soleiðis var eisini við brotssparksstøðuni. Aftur í seinna hálvleiki var VAR nýtt, tí talan var um møguligt hondbóltsbrot av KÍ. Hetta hevði helst givið Differdange brotsspark, men støðan var ikki mett at vera revsiverd.

Nøkur minni VAR-check vóru - eyðkenda VAR-merkið var fleiri ferðir á stóra skíggjanum. 


Við hesum fer KÍ til Luksemburg við einum 2-0 leiðslu, og sostatt eru lunnar lagdir undir enn evropeiskt ævintýr fyri meistaraliðið í Klaksvík. Vinna KÍ samanlagt á Differdange yvir tveir dystir, skulu teir møta svenska Malmö FF.

---

UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í dag, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 2-0 (2-0)

KÍ (3-4-3/5-4-1): Mark Jensen - Alexanander Berntsson, Cedric Yambere, Børge Petersen - Claes Phillip Kronberg, Deni Pavlovic, Albert Ejupi, Patrick Da Silva - Árni Frederiksberg, Páll Andrasson Klettskarð, Micheal Williams.

Hesir komu inn fyri KÍ: 55' Dan í Soylu (fyri Deni Pavlovic), 69' Pætur Petersen (fyri Joseph Williams), 83' René Shaki Joensen (fyri Albert Ejupi) og 83' Odmar Færø (fyri Cédric Yambéré).


Returdysturin millum KÍ og FC Differdange verður spældur í Luksemburg um eina viku, á Stade Municipal de la Villa de Differdange. Portalurin kemur við enn meir tilfari seinni, har vit gera samrøður og koma við myndum frá dagsins dysti. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder