Fótbóltur

Lutakast í Sarpugerði í annaðkvøld

Tá verður greitt, hvussu spælast skal í fyrstu umførunum í steypakappingunum hjá bæði kvinnum og monnum. Lutakastið verður aftaná dystin millum Víking og HB.

Víkingahúsið í Sarpugerði verður karmur um lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Víkingahúsið í Sarpugerði verður karmur um lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2026-03-31 22:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í annaðkvøld verður greitt, hvussu spælast skal í fyrstu umførunum í steypakappingunum hjá bæði kvinnum og monnum. Lutakastið verður aftaná dystin millum Víking og HB.

Í morgin klokkan 19 spæla Víkingur og HB síðsta dystin í triðja umfari í MeistaraDeildini hjá monnum. Og tá Dagfinn Forná floytar av í Sarpugerði í annaðkvøld, verður farið undir lutakastið til steypakappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum.

Í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari, og í kappingini um Løgmanssteypið monnum veður kastað lut um, hvussu liðini møtast í fyrsta umfari og í fjórðingsfinalunum.

Sjey lið vera við í steypakappingini hjá kvinnum, meðan 16 lið vera við í steypakappingini hjá monnum.

Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder