Beint eftir síðsta bríksl í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, verður lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum.
Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Fýra í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið eru spældir, og tríggir dystir eru á skránni í dag, flaggdagin 25. apríl:
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, flaggdagin 25.04:
15:00: B68 - ÍF
17:30: EB/Streymur - 07 Vestur
19:00: B36 - Skála
Eftir dystirnar í gjár er greitt, at í øllum førum AB, TB, Víkingur og HB verða í bollanum. NSÍ skal eisini spæla fjórðingsfinalu. Hetta tí at liðið slapp beinleiðis víðari við lutakastið fyrstu ferð - tað er eitt ólíka tal av liðum í kappingini um Løgmanssteypið.
Aftaná dystin í Gundadali í kvøld verður farið undir lutakastið til fjórðingsfinalurnar, sum eru á skránni hósdagin 9. mai. Lutakastið verður víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald