Fótbóltur

Lutakast verður í Sarpugerði í morgin

Eftir hálvfinalurnar hjá monnum skal greiða fáast á, hvussu spælt verður í hálvfinalunum hjá kvinnum. NSÍ, Víkingur, HB og B36 vera í glasbollanum.

Lutakastið verður avgreitt í Víkingahúsinum í Sarpugerði og víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum (Mynd: fsf.fo)

Lutakastið verður avgreitt í Víkingahúsinum í Sarpugerði og víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum (Mynd: fsf.fo)

2024-06-18 19:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

FSF: NSÍ, Víkingur, HB og B36 vera í stóra glasbollanum, tá tað mikukvøldið skal finnast fram til, hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum

Lutakastið verður mikukvøldið 19. juni, beint aftaná seinnu hálvfinaluna um Løgmanssteypið millum Víking og HB.

Lutakastið verður avgreitt í Víkingahúsinum í Sarpugerði og víst beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

Fyrsta umfar varð spælt mikukvøldið 12. juni, og tá avtornaði høvdu NSÍ, Víkingur, HB og B36 spælt seg víðari til hálvfinalurnar, sum eru á skránni 27 august og 25. september.

Sí eisini: Soleiðis komu NSÍ, Víkingur, HB og B36 víðari

Finalan í steypakappingini hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 5. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder