Fótbóltssamband Føroya hevur, við stuttum skotbrái, kallað inn til fundar við feløgini. Fundurin á Hotel Brandan byrjar seinnapartin og verður liðugur áðrenn Nations League-dystin millum Føroyar og Slovakia.
Video: - Vit fara at royna at gera tað sama sumn í oktober í fjør
Har eru sjey punkt á dagsskránni, og millum tey er uppskot um tríggjar áhugaverdar kappingarbroytingar:
- At tað verður ein hálvfinala heldur enn tvær í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum
- At flytingarvindeygaða um summarið verður longt
- At feløgini, sum koma langt í evropeiskum kappingum, skulu hava betri møguleika at flyta onkran dyst: Ein øðrvísi dystarskrá hjá liðum sum eru úti í Evropa
Portalurin hevur ikki fingið nærri upplýst, júst hvat hvør broyting merkir. Til dømis um hvussu leingi flytingarvindeygað um summari so skal vera - sum nú er, er tað júst ein mánaði, og um talan er um møguleika at flyta ein ella tveir landskappingardystir vegna tætta dystarskrá og Evropa; eins og tað er í fleiri øðrum londum. Tað kann eisini vera, at dystarskráin hjá liðunum í evropisku kappingunum skal vera øðrvísi - slíkt skal kjakast um.
Vit hava tó fingið staðfest, at FSF og feløgini av álvara taka hesi tingini upp í dag. Endalig avgerð um hetta skal tó takast eftir viðgerð í feløgunum og samlaða viðgerð. Onkrar, ella møguliga allar broytingarnar, kunnu koma í gildi í 2027.
Talan er um broytingar, sum í fleiri ymiskum førum hava verið eftirlýstar av ymiskum feløgum og fólki í og kring føroyska fótbóltsheimin. Veruligt kjak hevur eisini verið um hálvfinalurnar í steypakappingini: Hvar tær liggja, og hvørt tað hevði verið betri við einari.
Sum skilst verður mett, at hesar tillagingarnar saman á ymsan hátt kunnu verða gagnlig fyri øll føroysku feløgini: Onkrar broytingar betri fyri summi feløg og onkrar betur fyri onnur.
Um tað eydnast at fáa alt at sampakka, fáa vit at síggja komandi tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald