Hondbóltur

Lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum er í dag

Kl. 17 verður greitt, hvørjum Føroyar skal spæla ímóti í EM-undankappingini hjá kvinnum.

Mynd: HSF

Mynd: HSF

2019-04-04 10:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kl. 17.00 í dag verður lutakastið til EM-undankappingina hjá kvinnum. Lutakastið verður í Keypmannahavn. Lutakastið kann stroymast á youtube-síðuni hjá EHF https://www.youtube.com/user/ehfeuro

Tað eru 28 lond við í lutakastinum, har liðini verða drigin í 7 bólkar við 4 liðum hvør. Tvey tey ovastu liðini í hvørjum bólki koma víðari til endaspælið, sum verður leikt í Noregi og Danmark, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni. Liðini eru styrkismett soleiðis:

1. Frakland, Holland, Rusland, Svøríki, Rumenia, Montenegro og Týskland.
2. Serbia, Kekkia, Ungarn, Spania, Slovenia, Pólland, Kroatia
3. Eysturríki, Hvítarussland, Slovakia, Turkaland, Makedonia, Ukraina og Italia.
4. Sveis, Ísland, Portugal, Litava, Føroyar, Kosova, vinnarar av fasu 1.

Fyrst í juni verður fasa 1 leikt, har Ísrael, Finnland, Grikkaland og Luksemburg kappast um eitt pláss í fasu 2.

Undankappingin verður leikt við úti- og heimadystum í september 2019, mars 2020 og mai 2020. Endaspælið verður leikt 4. – 20. desember í Tróndheim, Stavanger, Oslo í Noreg og í Herning í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder