Fótbóltur

Lutakastið til Nations League verður hósdagin

Føroyar eru í styrkisbólki 2 í deild C. Í 2024 snýr tað seg millum annað um at halda plássið í deildini. Seks dystir verða spældir í heyst.

Føroyar vunnu á bæði Litava og Turkalandi á Tórsvølli í Nations League í 2022. Tá fekk føroyska liðið 8 stig í seks dystum og endaði á 3. plássi í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vunnu á bæði Litava og Turkalandi á Tórsvølli í Nations League í 2022. Tá fekk føroyska liðið 8 stig í seks dystum og endaði á 3. plássi í bólkinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-02-06 13:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið við monnum hevur eisini tíggju dystir í 2024. Talan er um fýra venjingardystir í fyrru hálvu av árunum og síðani seks Nations League-dystir í heyst.

Tað verður nú hósdagin, 8. februar, at mótstøðuliðini í UEFA Nations League koma úr pottinum. Føroyar endaðu nummar trý av teimum fýra liðunum í Nations League fyri tveimum árum síðani, har fleiri góð úrslit komu í hús. 

FSF skrivar, at føroyska liðið er í styrkisbólki 2 í deild C. Lutakastið verður skipað á tann hátt, at Føroyar koma í bólk saman við einum av londunum í styrkisbólkunum 1, 3 og 4.

Styrkisbólkur 1: Rumenia, Svøríki, Armenia og Luksemborg.

Styrkisbólkur 2:  Føroyar, Aserbadjan, Kosovo og Bulgaria

Styrkisbólkur 3: Norðurmakedónia, Slovakia, Norðurírland og Kýpros

Styrkisbólkur 4: Belarus, Litava ella Gibraltar, Estland og Lettland.

Harvið eru nakrir møguleikar fyri at fáa eitt spennandi lutakast. Fyri Føroyar snýr tað seg um at í minsta lagi verða verandi í Deild C - tað vil siga ikki enda aftast í bólkinum. Hetta so at man til næstu Nations League eisini fær meira mennandi mótsstøðu, og so at møguleikin at spæla seg til pláss í EM play-off eisini verður har. Tað ber ikki til, um man er í niðastu deildini - deild D.

[object Object]
Føroyar fingu javnleik í Luksemborg men taptu tepurt á Tórsvølli, eftir at hava fingið útvísing og annað. Hevði liðið hjá Håkan Ericson vunnu hendan dystin, so skuldu Føroyar spælt dystir um pláss í EM 2024 í næsta mánaða (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í 2022 vóru Føroyar ikki so langt frá at tryggja sær pláss í play-off. Lutakastið til hesa kappingina verður hósdagin 8. februar klokkan 17:00, og kann stroymast á uefa.com.

Í ár eru Nations League dystirnir lagdir so, at tveir eru tíðliga í september, tveir eru millum 10. til 15. oktober og teir seinastu 14. til 19. november.

Ársins fyrsta uppgáva hjá A-landsliðnum við monnum er venjingardystur móti Liktinstein, sum verður á Marbella Football Center í Spania fríggjadagin 22. mars, . Fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.

Atgongumerki til dystin millum Danmark og Føroyar kunnu keypast HER.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder