Hondbóltur

Lutakastið til play-off umfarið verður 29. januar

Næsta leygardag aftur verður greitt, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti í HM-undankappingini í mars.

Fegnir føroyingar eftir sigurin á Lettlandi sunnudagin, ið tryggjaði víðari luttøku í HM-undankappingini. Nú bíðar ein størri avbjóðing (Mynd: Sverri Egholm)

Fegnir føroyingar eftir sigurin á Lettlandi sunnudagin, ið tryggjaði víðari luttøku í HM-undankappingini. Nú bíðar ein størri avbjóðing (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-20 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir HM-undankappingardystirnar í vikuskifitnum, og eftir at bólkaspælið í EM-endaspælinum var av í týskvøldið kundi staðfestast, at Føroyar í mars kunnu møta hesum níggju liðunum: 

Bosnia, Eysturríki, Hvítarussland, Litava, Norðurmakedónia, Portugal Slovakia, Slovenia, Ukraina

Talan verður, líkamikið hvat, um sterka mótstøðu, men tað er tó nakað av muni á hvat helst er í ovara endanum, sum t.d Slovenia, og so til dømis Slovakia og Ukreina, ið Føroyar seinastu árini hava spælt tættar dystir ímóti.

Les eisini: Níggju møguleikar í lutakastinum

Á middegi í gjár boðaði evropeiska hondbóltssamgongan frá, at lutakastið um, hvussu spælast skal í stigi tvey í evropeiska partinum av HM-undankappingini, verður leygardagin 29. januar. Lutakastið fer fram í Budapest, klokkan 12.30 føroyska tíð.

Belgia, Estland, Finland, Grikkaland, Italia, Ísrael, Rumania og Sveis eru, umframt Føroyar, ikki styrkismett.

Níggju atgongurmerki til HM eru at spæla um frá mars av. Til tess av vinna sær eitt krevst samanlagdur sigur í mars, umframt enn ein samanlagdur sigur í play-off dysti í apríl. Tá verður mótstøðan uppaftur harðari. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder