Hondbóltur

Play-off: Níggju møguleikar í lutakastinum

Talan er um níggju av teimum tólv londunum, sum í vikuni eru sligin út av EM-endaspælinum. Føroyar skulu spæla næsta stig í HM-undankappingini miðskeiðis í mars.

Føroyska manslandsliðið fær í hussu er ein heimadyst afturat í ár - hann verður miðskeðis í mars (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska manslandsliðið fær í hussu er ein heimadyst afturat í ár - hann verður miðskeðis í mars (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-19 10:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið var nógvur hondbóltur í Høllini á Hálsi, og talan varð um eitt stórt og væleydnað vikuskifti fyri føroyskan hondbólt.

Í februar vita vit, um H71-kvinnurnar megna at taka enn eitt fet á teirra evropeiska ævintýrið. Í gjár gjørdist greitt, at hoyvíkskvinnur fáa á pappírinum ógvuliga torføra mótstøðu - oddaliðið í Ukreina - í fjórðingsfinaluni í European League. Fyrsti dysturin verður spældur 12. ella 13. februar og seinni dysturin eina viku seinni.

[object Object]

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Á pappírinum er tað úti og heima, men H71 fer at kanna, um tað ikki aftur fer at bera til at fáa báðar dystirnar til Føroya og fáa teir avgreiddar eitt vikuskiftið. Hetta segði Anna Dam, forkvinna í H71, við h71.fo eftir lutakastið.

Sí eisini: 
Hoyvikingar í evropeiskari fjórðingsfinalu
Myndir: Hoyvikingar og flúgvandi evropeiskur hondbóltur

- Vit fara so langt sum vit klára
- Mugu gera okkara besta móti torførari mótstøðu
- Nú verður tað ómetaliga trupult men spennandi

Tað er ikki kunngjørt, nær lutakastið til næsta stig í HM-undankappingini hjá monnunum verður, men eftir at bólkaspælið í EM-endaspælinum var av í gjárkvøldið kundi staðfestast, at Føroyar í mars kunnu møta hesum níggju liðunum: 

Bosnia, Eysturríki, Hvítarussland, Litava, Norðurmakedónia, Portugal Slovakia, Slovenia, Ukraina

Talan er um níggju styrkismett lið, ið ikki komu víðari úr bólkaspælinum í EM-endaspælinum, sum er í Slovakia og Ungarn í hesum døgum. Júst Ungarn var eitt hinum trimum liðunum, ið heldur ikki spældi seg víðari, men málúrttøkan hjá Ungarn og Serbia, sum endaði nummar trý í einum øðrum bólki, var betri enn hjá hinum liðunum, sum fingu tvey stig í bólkaspælinum. Kekkia, ið Føroyar vunnu á í Høllini á Hálsi í apríl, fekk sum tann einasti trý'arin trý stig og kemur harvið ikki inn í HM-undankappingina fyrrenn í apríl.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen og hinir stríddu seg framvið tveimum mótstøðuliðum í vikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)

Um føroyingar skulu vera við har, har seks onnur lið ið eisini enda hægri til EM-endaspælið, koma inn, skal ein sigur yvir tveir dystir til. Londini omanfyri eru øll á pappírini sterkari, og tað er helst eingin ivi um,  at uppgávan verður ógvuliga torført, men eisini at liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen helst kann bjóða hesum londunum av, um nógv spælir saman á einstøkum døgum. Í HM-undankappingini í 2020 taptu Føroyar stórt fyri Litava men taptu bert við einum máli fyri Slovakia. Ukreina hava Føroyar tvær ferðir tapt við einum máli á, á heimavølli. 

Sí eisini: 
Føroyar víðari í HM-undankappingini - hondbóltssøga skrivað
Myndir: Skrivaðu seg í søgubøkurnar

- Vónandi fullsett høll næstu ferð
- Endiliga hava vit vunnið okkurt
- Vit skulu trúgva uppá okkum sjálvar
- Hetta var tað eg droymdi um tá eg segði ja at venja landsliðið
- Hvørja ferð vit møtast sær man framgongd
- Eitt endaspæl kann saktans lata seg gera

Teir báðir Play-off dystirnir, ið Føroyar í vikuskiftinum vunnu sær rættin at luttaka í, skulu avgreiðast millum 13. og 20. mars - ein dystur verður á heimavølli og ein á útivølli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder