Hoyvíkingar í evropeiskari fjórðingsfinalu

H71 spældi sannførandi hondbólt í dag og tryggjaðu sær víðari luttøku.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-15 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

So at siga allan dystin í dag høvdu hoyvíkskvinnurnar tamarhald á dystinum í dag. Tað var bert onkur løta í fyrra hálvleiki, at serbisku gestirnar úr Naisa Nis sluppu at leggja seg framum eina løtu.

Annars hildu hoyvíkvksinnurnar støðuna. Hildu seg frammanfyri við einum og tveimum málum tað mesta av tíðini.

Gott verjuspæl og gott málmansspæl og skilagóður taktikkur tryggjaðu H71-kvinnunum evropeiska fjórðingsfinalu fyri fyrstu ferð í føroysku hondbóltssøguni.

Úrslitið av dystinum gjørdist ein føroyskur sigur á 30-26.

Umrøðan av fyrra hálvleiki her

Málskorarar:

Jana Mittún 8
Rannvá Olsen 6
Maria H. Weyhe 3
Brynhild Pálsdóttir 3
Lív B. Zachariassen 3
Vár B. Zachariassen 2
Lukka Arge 2
Inga M. Joensen 1
Guðrið á Borg 1
Sára Jacobsen 1

Støður í 2. hálvleiki
30. min: 16-13
35. min: 16-16
40. min: 18-16
45. min: 21-18
50. min: 23-19
55. min: 25-22
60. min: 30-26

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder