Tey allarflestu av teimum 20.002 áskoðarunum í MVM Dome í Budapest vóru ógvuliga vónbrotin í gjárkvøldið, men líka løgdu íslendingar í. Teir høvdu vunnið 31-30 eftir ógvuliga tættan og spennandi dyst og harvið spælt seg víðari til EM-høvuðsumfarið og eisini vunnið bólk B. Ísland vann eisini við einum máli - 28-28 á Niðurlondum sunnukvøldið.
Eins og hin vertstjóðin, Slovakia, er Ungarn harvið úti eftir bólkaspælið. Í mun til Slovakia verður Ungan tó ikki í pottinum, tá mótstøðuliðið hjá Føroyum til play-off dystirnar í HM-undankappingini skal finnast - meira um hetta seinni. Hetta kemst av tí, at Ungarn hevði so mikið góða málúrttøku, at teir sleppa at koma inn í kappingina eitt stig og ein mánaða seinni.
Ísland, Danmark og Frakland eru í sama bólki í høvuðsumfarinum. Tey trý fingu fult stigatal í innleiðandi bólkaspælinum, har 24 lond vóru við - býtt í seks bólkar við fýra í hvørjum. Tvey lið úr hvørjum bólki komu víðari, og tað vil siga, at helmingurin av liðunum framvegis eru við. Hjá Danmark og Frakland var so at siga ongantíð nakar ivi. Liðini, ið eru favorittar at koma í finaluna, vunnu sínar dystir trygt - serliga Danmark - og hava tvey stig við sær víðari til høvuðsumfarið, har øll liðini spæla fýra dystir. Ísland er triðja liðið í bólki I við tveimum stigum frá byrjan. Hetta kemst av, at liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni vann sín bólk, eins og danir og fraklendingar.
Guðmundur Guðmundsson skal í annaðkvøld stýra landsmonnum sínum í dysti móti Danmark, ið hann áður hevur staðið á odda fyri (Mynd: EPA)
Hini trý liðini - tvey'ararnar - hava einki stig við sær til høvuðsumfarið, ið byrjar í morgin. Soleiðis er eisini í hinum bólkinum, har Noreg og Svøríki eru ímillum tey seks liðini. Hesi bæði skandinavisku liðini hava ikki fyrimun við at hava tvey stig víðari til høvuðsumfarið, tí tey endaði nummar tvey í í sínum bólkum. Tvífaldu evropameistararnir vunnu á Svøríki og hava tvey stig við sær víðari, eins og Russland, ið heldur óvæntað vann á Noreg og vann bólkin.
Høvuðsumfarið
Bólkur I - Ungarn
Danmark 2 stig
Frakland 2 stig
Ísland 2 stig *
Niðurlond 0 stig *
Kroatia 0 stig
Montenegro 0 stig
* Lond, ið hava spælt móti hvørjum ørðum í innleiðandi bólkinum gera ikki aftur tað her - givið dømi: Niðurlond og Ísland kunnu ikki móti hvørjum øðrum aftur fyrrenn í finaluni
Skrá fyri fyrsta umfar:
Í morgin, Hósdagin 20. umfar
14.30: Montenegro - Kroatia
17.00: Frakland - Niðurlond
19.30: Danmark - Ísland
Bólkur II
Týskland 2
Spania 2
Russland 2
Noreg 0 stig
Svøríki 0 stig
Pólland 0 stig
Skrá fyri fyrsta umfar:
Í morgin, Hósdagin 20. umfar
14.30: Russland - Svøríki
17.00: Týskland- Spania
19.30: Pólland - Noreg
Sí yvirlit yvir úrslit og komandi dystir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald