H71 kvinnurnar fingu eitt sindur óheppið lutakast, tá evropeiska hondbóltssamgongan fyri løtu síðani trekti lut um hvussu tey átta liðini, sum eru eftir í kappingini skulu spæla.
H71 skal møta Galychanka frá ukreinska býnum Lviv, og ukreinska liðið fær heimadyst í fyrsta dystinum.
Fyrsti dysturin verður spældur 12. ella 13. februar og annar dysturin eina viku seinni.
Lviv er ein býur við gott 700.000 íbúgvum har vesturi í landinum, nærhendis markinum til Polland og Slovakia.
Skuldi tað hent, at H71 spælir seg víðari, so sleppa hoyvíksgenturnar – endiliga – ein túr til heitari lond, tí í eini møguligari hálvfinalu skulu tær møta vinnaranum av dystunum millum tvey sponsk lið, Elshe og Gran Canaria.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald