Nú eru øll undanumførini spæld í sterkastu kapping fyri lið í heiminum, og í kvøld skal greiða fáast á, hvussu liðini hittast í bólkaspælinum, ið fer í gongd í september.
Les eisini: Bert eitt Norurland eftir í Champions League
Lutakastið í Nyon fer í gongd klokkan 17. Áhugavert verður, huvssu tað háttar seg, og um hugt verður eftir teimum fýra styrkisbólkunum/styrkisløgunum, so er eingin ivi um, at væntast kann at nógvir heilt spennandi dystir verða í heyst og tíðliga í november kring Evropa.
Í ovasta styrkislagi eru meistararnir úr seks teimum hægst styrkismettu deildunum, umframt liðini ið vunnu Champions League og Europa League í summar, ávíkavist Chelsea og Villareal. Av tí at fleiri stór feløg og sterk lið ikki gjørdust meistarar ella endaðu við evropeiskum steypi, so er styrkislag 2 ógvuliga sterkt á pappírinum. Tá so lagt verður afturat, at nógv spennandi lið eru í teimum niðastu bólkunum, so er lagt upp til eitt spennandi lutakast.
Eitt lið úr hvørjum lagi vera í bólki saman. Lið úr sama landi kunnu ikki enda í bólki saman.
Styrkislag 1
Chelsea (Ongland)
Manchester City (Ongland)
Atletico Madrid (Spania)
Villarreal (Spania)
Bayern München (Týskland)
Lille (Frakland)
Inter Milan (Italia)
Sporting Lissabon (Portugal)
Styrkislag 2:
Barcelona (Spania)
Real Madrid (Spania)
Sevilla (Spania)
Manchester United (Ongland)
Liverpool (Ongland)
Paris St. Germain (Frakland)
Juventus (Italia)
Borussia Dortmund (Týskland)
Styrkislag 3:
Porto (Portugal)
Benfica (Portugal)
Ajax (Niðurlond)
RB Leipzig (Tyskland)
Atalanta (Italia)
Zenit St. Pætusborg (Russland)
Red Bull Salzburg (Eysturríki)
Shakhtar Donetsk (Ukraina)
Styrkislag 4:
AC Milan (Italia)
Dinamo Kiev (Ukraina)
Wolfsburg (Týskland)
Besiktas (Turkaland)
Club Brügge (Belgia)
Young Boys (Sveis)
Sheriff Tiraspol (Moldova)
Malmö FF (Svøríki)
Dystardagur 1: 14. - 15. september
Dystardagur 2: 28. - 29. september
Dystardagur 3: 19. - 20. oktober
Dystardagur 4: 2. - 3. november
Dystardagur 5: 23. - 24. november
Dystardagur 6: 7. - 8. desember
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald