Fótbóltur

Lutfalsliga fáir áskoðarar á nýggja og stóra leikvøllinum

European Games í 2015, Europa League-finalan komandi ár, EM-dystir í 2020 og í kvøld á Baku Olympic Leikvøllinum: Aserbadjan - Føroyar.

Føroyska liðið vandi á stóra leikvøllinum í gjárkvøldið
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið vandi á stóra leikvøllinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-17 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað fyrsta sum vekir ans, tá tú trínur inn á olympiska leikvøllin í Baku, er at hann er stórur; ógvuliga stórur. Hann varð liðugur í 2015 og rúmar útvið 70,000 fólkum. Í kvøld spæla Føroyar og Aserbadjan har í UEFA Nations League.

Sí eisini: Siðstu sparkini áðrenn stóru uppgavuna

Í 2012 varð Aserbadjan valt sum vertur av teimum fyrstu Europeran Gamesið er ein multi-greina kapping. Í Baku, fyri trimum árum síðani, varð kappast í 30 ymiskum ítrottargreinum. Tá Baku varð avdúkað sum vertsbýur, var byggingin av tjóðarleikvøllinum farin í gongd, og hann stórð klárur nakað áðrenn kappingina.

Í gjár vandi føroyska liðið á leikvøllinum, ið er snotiligur, men sum als ikki verður fullur í kvøld. FSF boðaði fyrr í morgun frá, at tað verða væntandi umleið 20,000 áskoðarar til dystin í kvøld. Harav vera nakrir fáir føroyingar; umframt umboðini frá FSF verða fimm føroyskir áskoðarar.

Sí eisini: Má vera størsti leikvøllur vit hava leikt á

Til aðrar undankappingadystir eru vanliga fleiri fólk; stutt eftir opningina í 2015 var Italia á vitjan, og tá vóru 48,000 áskoðarar til dystin. Qarabag, ið er størsta og mest vinnandi felagið í Aserbadjan í løtuni, spælir sínar evropeisku dystir á Baku Olympic leikvøllinum. Til dystirnir í Champions League-bólkaspælinum móti Roma og Chelsea fjør var leikvøllurin so gott sum fullur.

Stórir dystir verða leiktir her í framtíðini. Í mai komandi ár veðrur finalan í Evropa League leikt har, har nøkur stór feløg helst koma at spæla hana. Til EM í 2020 er Baku ein av mongu vertsbýununum; tríggir dystir í bólkaspælinum skulu leikast á tjóðarleikvøllinum, har Føroyar skulu dystast í kvøld.

Dysturin á Baku Olympic byrjar klokkan 17.00 føroyska tíð - tað er klokkan 21.00 lokala tíð.

Les eisini: Váttað: Sølvi Vathamar og Klæmint Olsen byrja inni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder