Fótbóltur

Lykladystur á Argjum seinnapartin

AB og TB bresta saman í dysti, ið kann fáa stóra ávirkan á botnstríðið. Trýstið er á AB, men TB kann gera hol í sjógvin. B36 vitjar á Eiði í hinum dystinum í dag.

AB kann yvirhála ÍF í dag og taka stórt fet móti strikuni (Mynd: Sverri Egholm)

AB kann yvirhála ÍF í dag og taka stórt fet móti strikuni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-17 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vann 07 Vestur í Fuglafirði í dystinum, sum setti hol á 22. umfar í Betrideildini hjá monnum. 

07 Vestur var á odda 2-0 eftir ein hálvan tíma - fuglfirðingar vóru ónøgdir við dømingar í samband við málini - og útiliðið fekk síðsta orðið í yvirtíðini. ÍF fekk einki mál, men Ruben Møller Nielsen fekk eina útvísing seint í dystinum. Harvið er brekkan hjá fuglfirðingum framvegis sera brøtt, og TB og AB hava møguleika at taka stór fet í dag.

Sí hæddarpunkt frá ÍF - TB her

TB kann taka seg langt frá burtur frá niðurflytingarstrikuni við einum sigri á Argjum, meðan AB skal royna at vinna seg nærri júst TB og strikuni. Eftir góða gongd kring summarsteðgin hevur botnliðið nú tapt fimm dystir á rað. AB hevur heldur ikki vunnið á TB í ár (2-3 og 0-0) Nú skal tað vera á Argjum. TB hevur ikki vunnið eftir summarsteðgin men fekk týðandi stig á Toftum fyri landsliðssteðgin.

[object Object]
TB rennur undan ÍF og AB. Lagt er upp til tættan og inntensan dyst Inni í Vika seinnapartin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Á Eiði er kravið til B36 greitt: Trý stig um liðið hjá Dan Brimsvík skal jagstra KÍ og samstundis økja um munin til HB og Víking. Júst hesi liðini skulu spæla týskvøldið, so hetta kann gerast gagnligt fyri B36. Liðið á 2. plássi hevur vunnið báðar dystirnar millum feløgini higartil í ár 2-1. EB/Streymur kann í dag so at siga tryggja sær enn eitt ár í Betrideildini.

Báðir dystirnir í dag byrja klokkan 15 og kunnu síggjast á Televarpinum. Beinleiðsi dagføring er á forsíðu okkara í samstarv við dystir.fo.

22. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í gjár, leygardagin 16. september
ÍF - 07 Vestur 0-3 (0-2)
24' Daniel Obbekjær, br. 0-1
31' Ási Dam 0-2
90 (+4)' Albert Theis Nielsen 0-3

Reytt kort: Ruben Møller Nielsen (85')

Í dag, sunnudagin 17. september 
15.00: 
AB - TB
EB/Streymur - B36

Í morgin, mánadagin 18. september
18.00: KÍ - B68

Týsdagin 19. september
18.00: HB - Víkingur

[object Object]

Talva og tøl: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder