Mánadagin kom fyrsti triðingur í Betrideildini at enda, og í dag fer annar triðingur í gongd. Tað ger hann við dysti á Eiði, sum kann gerast sera spennandi og eisini týdningarmikil fyri niðara part av stigatalvuni.
Av teimum báðum liðunum sum hittast, eru tað fuglfirðingar, ið kunnu vera best nøgdir við fyrsta triðingin. Uppflytararnir vunnu tríggjar dystir - á øllum liðunum sum eru aftanfyri teir í løtuni - og hetta við at halda málið reint eisini.
Ein av sigrinum var móti á EB/Streymi á heimavølli. Hetta var størsti sigur hjá ÍF í Betrideildini í útvið 7 ár. Tað endaði 3-0 til liðið hjá Aleksandar Jovevic, og harvið er ÍF frammanfyri júst EB/Streym og trý stig frá niðurflytingarstrikuni.
ÍF'arnir hava fegnast um tríggjar sigrar í ár (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur er beint omanfyri strikuna. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur staðið seg væl í trimum av dystunum móti topp-fýra, hevur avgreitt uppgávurnar á heimavølli móti AB og TB, men tapið í Fuglafirði var ein smeitur.
Sunnudagin var EB/Streymur fyri stórtapi fyri fyrstu ferð í ár. Hetta var á heimavølli móti 07 Vestur, har tað endaði 0-5. Nú skal EB/Streymur reisa seg og
ÍF tapti eisini stórt í 9. umfari (1-5 á útivølli fyri B36). Í dag verður helst talan um tættan dyst. Fyrsta bríksl í Hólmanum verður klokkan 15.00. Til ber at fylgja við á forsíðu okkara í samstarv við dystir.fo. Dysturin kann stroymast hjá Televarpinum fyri eitt gjald.
Betrideildin 10 umfar
Í dag, leygardagin 20. mai
15.00: EB/Streymur - ÍF
Í morgin, sunnudagin 21. mai
15.00:
AB - Víkingur
HB - TB
07 Vestur - KÍ
16.00:
B68 - B36
Støðan í Betrideildini eftir 9 umfør
1. KÍ 27 stig
2. B36 21 stig
3. HB 20 stig
4. Víkingur 17 stig
5. 07 Vestur 10 stig
6. B68 10 stig
7. ÍF 9 stig
8. EB/Streymur 7 stig
9. TB 6 stig
10. AB 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald