Fótbóltur

Lyngby bjargaði sær lívinum

Javnleikur í síðsta dystinum í Horsens var nóg mikið, og liðið hjá Jens Berthel Askou fer niður saman við AaB. Tað er óvist, hvar framtíðin hjá Peturi Knudsen liggur.

Petur Knudsen kundi tíverri ikki spæla við í gjár, tí hann fekk eitt slag í høvdið fyrr í vikuni. Lyngby gjøgnumførdi tó eina flotta afturvendan (Mynd: Lyngby BK)

Petur Knudsen kundi tíverri ikki spæla við í gjár, tí hann fekk eitt slag í høvdið fyrr í vikuni. Lyngby gjøgnumførdi tó eina flotta afturvendan (Mynd: Lyngby BK)

2023-06-04 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sríðið um at sleppa undan niðurflyting úr Superliguni gjørdist ein sannur gysari. Undan 32. og síðsta umfarinum, sum varð spælt í gjár, høvdu trý tey niðastu liðini 27 stig.

Tvey lið skuldu niður, og eftir seinastu úrslitini er greitt, at AC Horsens flytir niður aftur í Nordic Bet deildina, og at AaB skal ein túr niður í næstbestu donsku deildina fyri fyrstu ferð

Úrslitini hjá Lyngby í innanhýsis dystunum gjørdust avgerandi. Mánadagin, 2. Hvítusunnudag, vann liðið á AaB á heimavølli, og tað var Petur Knudsen, ið legði Lyngby á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Í gjár gjørdist javnleikur so nóg mikið í Horsens, tí AaB tapti fyri Silkeborg, og tí málúrttøkan hjá Lyngby var betri enn enn tann hjá Horsens. Hesi liðini fluttu upp saman, og liðið hjá Jens Berthel Askou stóð seg væl betur í fyrru hálvu, men Lyngby hevur á ótrúligan hátt vent tí í seinnu hálvu.

Les eisini: Petur skoraði - vónin livir hjá Lyngby

Petur Knudsen kundi ikki vera á vøllinum til gysaran hjá Lyngby í Jútlandi í gjár. 25-ára gamli maðurin úr Saltangará noyddist at sita á áskoðaraplássinum.  Petur noyddist av vølli stutt fyri steðgin mánadagin, eftir at føroyingurin hevði fingið eitt slag í høvdið. Maðurin úr Saltangará misti fyribils stutttíðar-minni men kom skjótt fyri seg - tó ikki nógv væl til at læknin og fysioteraputur kundi góðkenna, at hann spældi í gjár.

Petur kundi fegnast á áskoðaraplássinum saman við mongu Lyngby-fjepparunum, sum komnir vóru yvir, og síðani saman við liðfeløgunum. Spurningurin er so, um føroyingurin spælir í Lyngby eftir summarsteðgin

Ymiskt bendir á, at hann ikki ger tað. Sáttmálin millum Petur Knudsen og Lyngby gongur út síðst í hesum mánaðinum, og í vetur var hann ávegis úr felagnum. Fleiri skaðar vóru tó í álopspartinum, og føroyingurin fekk sín leiklut í bjargingini (skoraði millum annað tvey mál). Spurningurin er eisini, um Petur nú verður á síggja á landsliðnum aftur.

Sí eisini: Landsliðsúttøka verður mánadagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder