Hondbóltur

Lyngby váttar: Petur heldur ikki fram

Tað hevur leingi ligið í luftuni, og nú er tað endaliga greitt, at Petur Knudsen verður at síggja í onkrum øðrum felagi seinni í summar.

Petur Knudsen til landsliðsvenjing á Tórsvølli seinnapartin. Nú skal hann hugsavna seg um landsliðið - skjótt fer 25-ára gamli maðurin úr Saltangará at skriva undir við nýtt felag (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen til landsliðsvenjing á Tórsvølli seinnapartin. Nú skal hann hugsavna seg um landsliðið - skjótt fer 25-ára gamli maðurin úr Saltangará at skriva undir við nýtt felag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-13 17:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum árum síðani skifti Petur Knudsen úr barndómsfelagnum NSÍ til Lyngby, sum tá var í næstbestu deildini. Álopskendi spælarin úr Saltangará byrjaði væl við millum annað fleiri málum tíðliga, men fekk síðani ein álvarsaman skaða, ið gjørdi, at Petur var úti leingi og skuldi skurðviðgerast.

Hørð endurvenjing var á skránni í vetur, og eftir nakrar skaðar í hópinum vann hann sær fleiri og fleiri minuttir í Superliguni. Samanlagt gjørdist talan um átta dystir og tvey mál, sum vóru ógvuliga umráðandi í bjargingini hjá Lyngby.

[object Object]
Petur Knudsen hevur her skorað til 1-0 í lykladystinum móti Aab Í næstseinasta umfari (Mynd: Lyngby BK)

Les eisini: Lyngby bjargaði sær lívinum

Tað hevur tó ligið í luftuni, at Petur Knudsen ikki fór at halda fram í felagnum. Sáttmálin stendur til at ganga út 30. juni, og nú er tað endaliga greitt, at føroyingurin ikki spælir fyri Superliga-felagnum eftir summarsteðgin. 

Tað er Lyngby, sum váttar hetta á heimasíðu sínari í dag.

- Petur Knudsen fekk ein langtíðarskaða, men hann hevur strítt seg ógvuliga væl aftur og hevur eisini havt stóran leiklut í, at vit stóðu okkum so væl í niðurflytingarstríðnum. Vit er glaðir fyri íkasti hjá Peturi, og eg eri vísur í, at hann við sínum flotta vári hevur fingið eitt gott útgangsstøði til at fáa ein sáttmála í einum øðrum felagi.

Tað er fótbóltsstjórin Nicas Kjeldsen, ið sigur hetta við lyngby-boldklub.dk, í samband við at Petur og tríggir aðrir spælarar fara úr felagnum. Ein av hinum er Thor Høholdt, ið spældi við B36 størsta partin av síðsta kappingarárið.

Petur Knudsen er aftur á landsliðnum nú. Í vetur vóru fleiri føroysk feløg eftir honum, men tað er væl meira sannlíkt, at 25-ára gamli føroyingurin heldur fram við fótbóltsleiðini uttanfyri landoddarnar.

Petur spældi 34 landskappingardystir og skoraði átta mál fyri Lyngby BK.

Dagført: 17.57

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder