Fótbóltur

Mads og Páll ikki tøkir

Heini Vatnsdal er ivasamsur. Annars eru allir, ið vanliga eru kring byrjanaruppstillingina hjá KÍ til reiðar í Svøríki. Magne Hoseth hevur sett liðið og taktisku ætlanina.

KÍ-høvuðsvenjarin sættist nær við føroysku miðlarnar og greiddi róliga frá støðuni í hópinum og svaraði uppá nakrar spurningar (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-høvuðsvenjarin sættist nær við føroysku miðlarnar og greiddi róliga frá støðuni í hópinum og svaraði uppá nakrar spurningar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-01 18:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Göteborg, Svøríki (Portalurin) - Ein “tíðindafundur” var á Bravida Arena áðrenn almennu venjingina hjá KÍ í kvøld. Teir báðir føroysku miðlarnir á staðnum, Portalurin og FM1, vóru teir einastu í hølinum, og av hesari orsøk kom Magne Hoseth beint yvir til borðið og prátaði eitt sindur um støðuna í hópinum á norskum.

Hann váttaði, at sama støða er í mun til seinast viðvíkjandi Mads Boe Mikkelsen og Páll Andrasson Klettskarð. Teir báðir eru ikki til reiðar at spæla í morgin. Páll er tó við í Svøríki og venur eftir serligari ætlan fótin uppaftur eftir óvanliga skaðan, meðan Mads og Óli Eyðsteinsson Poulsen eru eftir í Føroyum við skaðum.

[object Object]Páll Andrasson Klettskarð vandi fyri seg sjálvan. Áleyparin er ikki reiðar at spæla í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Fysioterapeut Heri Johnsson og afturvenda Elisabet Vang, fysiskur venjari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Jonn Johannessen kann fegnast um at vera tøkur aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Heini Vatnsdal hevur ikki spælt tveir teir seinastu dystirnar. Hann hevur ein heldur serstakan fótskaða, og seinni í kvøld ella í morgin verður greitt, um miðverjin er førur fyri at spæla nakran leiklut. Jonn Johannessen er við hesaferð, og vandamikli álopskendi spælarin, ið er nógv skaðadarvaður, er til reiðar at vera jokari í 15-20 minuttir, staðfestir Magne Hoseth.

Norski høvuðsvenjarin tykist púra róligur og var fryntligur. Hann váttaði, at liðið er sett. Einasta ivamálið tykist vera, um Deni Pavlovic og Hallur Hansson spæla á miðvøllinum. Magne Hoseth vildi ikki endaliga staðfesta, um plássið hjá hinum tíggju, ið byrjaðu í sigrinum á Ferencvárosi og javnleiki í fyrra dystinum móti Häcken, er trygt. Deni og Hallur hava býtt spælitíðina millum sín seinastu dystirnar – serbin hevur havt nakað av trupulleikum við lærkrikanum, og royndi føroyski miðvallarin er júst komin fyri seg eftir krossbandsskaða.

- Tit fáa at síggja, segði Hoseth smílandi um teir báðar. Um mentalu og “taktisku” støðuna í hópin undan avgerandi seinna Champions League-dystinum móti H
äcken sigur hann soleiðis.

- Eg merkti, at spælararnir tyktist heldur ov spentir undan dystinum og í byrjanini. Teir høvdu fingið nógva kunning um mótsstøðuliðið, og akslarnar vóru ov høgt uppi. Í mun til “risk og reward” (vága og løn), so spældu vit uttan vága í fyrra hálvleiki í Klaksvík. Vit fingu heldur einki burturúr frameftir, men í seinna hálvleiki tordu vit meira, tað var nógv betri, og vit fingu næstan lønina við máli og sigri – serliga tá Claes gjørdist fríur.

[object Object]
Magne Hoseth greiðir frá (Mynd: Sverri Egholm)

- Í morgin hava vit aftur verjukent útgangsstøði og standa við strammari skipan, men vit skulu vera kaldir við bóltinum og tora at leypa á, tí tað vera pláss og møguleikar.

Tað endaði málleyst í fyrra dystinum. Champions Leagu-dysturin í Göteborg í annaðkvøld, mikudagin 2. august, byrjar klokkan 18 føroyska tíð. Portalurin hevur ymiskt tilfar herfrá, FM1 sigur frá og Kringvarpið vísir dystin.

[object Object]
Bravida Arena (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder