
Fyrrverandi týski landsliðsspælarin, verjuleikarin Andreas Brehme, sum skoraði vinnandi málið í HM-finaluni í 1990, er deyður, 63 ára gamal.
Brehme skoraði upp á brotsspark seint í dystinum og tryggjaði Vesturtýsklandi HM sigurin í finaluni, sum varð spæld í Rom.
Hannspældi 86 landsdystir, skoraði 8 mál fyri land sítt og vann eisini meistaraheiti við Kaiserslautern, Bayern München og Inter Milan.
- Vit fara altíð at minnast Andreas Brehme í okkara hjørtum – sum heimsmeistari og sum ein serligur persónur. Hann verður altíð ein partur av FC Bayern familjuni. Hvíl í friði, góði Andy, skrivar týska felagið Bayern München í dag.
Andreas Brehme spældi fyri Kaiserslautern frá 1981 til 1986 og aftur frá 1993 til 1998. Hann far eisini manager í Kaiserslautern frá 2000 til 2002.
- Hann bar reyðu troyggjuna hjá okkum í tíggju ár, og gjørdist bæði týskur meistari og týskur steypavinnari við Kaiserslautern. Við HM finalumálinum í 1990 gjørdist hann týsk legenda, skrivar Kaiserslautern.
Tá Vesturtýskland vann heimsmeistaraheitið í 1990 var tað við Franz Beckenbauer, sum venjara. Beckenbauer doyði í januar 78 ára gamal, so Týskland hevur mist tvær landsliðslegendur innan fyri seinastu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald