Hondbóltur

Magdeburg vann Champions League á dramatiskan hátt

Eins og í hálvfinaluni í gjár, vann týska liðið eftir longda leiktíð. Íslendski Gísli Kristjánsson gjørdi bart og var mest virðismikli spælari í Köln í vikuskiftinum.

Gísli Kristjánsson stríddi seg gjøgnum trupulleikar í millum annað økslina

Gísli Kristjánsson stríddi seg gjøgnum trupulleikar í millum annað økslina

2023-06-18 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Final Four í Champions League hjá monnum hevur verið í Köln um vikuskiftið. Tað varð Magdeburg, ið gjørdist vinnari, og týska liðið vann báðar dystirnar eftir longda leiktíð.

Tað varð annars ikki væntað, at Magdeburg fór at standa við steypinum. Týska liðið hevur havt nógvar skaðar í ár, og varð mett sum "veikasta liðið fyri finaluvikuskifti" Sterki íslendski høgri bakkurin Ómar Ingi Magnússon var ikki tøkur til Final Four, og landsmaðurin Gísli Kristjánsson fór út við skaða móti Barcelona í gjár. Kortini vann Magdeburg á katalansku stórfavorittunum, og íslendski spælskiparin spældi meginpartin av dystinum í dag - hetta hóast Gísli ikki fekk skotið við nógvari megi.

Tað bilti einki. Hann bjóðaði av ferð eftir eftir ferð og skorað seks ferðir, eins og danin Micheal Damgaard, sum hevði fleri dreymahøgg. Toppskjútti gjørdist tó Kay Smits. Lámi niðurlendingurin spældi seg upp gjøgnum dystin og skoraði átta finalumál.

Hjá mótstøðuliðnum úr Póllandi var tað serliga høgri bakkurin Alex Dujshebaev, ið gjørdi bart. Hann skoraði eisini átta ferðir og fann ofta liðfelagarnir á snildan hátt. Tað sá eisini út til, at tað hesa ferð skuldi eydnast hjá Barlinek Industria Kielce. Kielce var á odda 15-13 í steðginum, Andreas Wolff stóð væl í málinum, men so fór Nikola Portner i gongd hinumegin, og í síðsta álopinum - tá Kielce kundi avgera tað - vardi Portner fyri. 

Í longdu leiktíðini lá tað allatíðina til Magdeburg, ið kom á odda í fyrsta álopinum. Magnus Saugstrup og hinir stóðu eisini væl í verjuni, og tað endaði 30-29. Hetta var aðru ferð, at Magdeburg vann Champions League. Fyrru ferð var í 2002. Felagið vann eisini fremstu evropeisku kappingina, undir aðrari skipan, í 1978 og 1981. 

Venjarin Bennett Wiegert vann gylta steypið til sín heimbýin, og týskarin er fimti maðurin, ið hevur vunnið Champions League bæði sum spælari og venjari. Kielce tapti eisini finaluna í fjør - tá var tað eftir brotskøst.

Føroyska U21-landsliðið spælir bólkaspælið í HM-endaspælinum í júst Magdeburg. Barcelona endaði við bronsu í Champions League.

Champions League finala 
Sunnudagin 18.06
SC Magdeburg - Kielce 30-29 (Eftir longda leiktíð)

Steðgur var í finaluni í umleið eitt korter í seinna hálvleiki, tí ein persónur á áskoðaraplássinum hevði tørv á læknahjálp. Hjálp kom heilt skjótt á staðið, og persónurin varð fluttur úr høllini. Dysturin varð tikin uppaftur, men í kvøld hevur evropeiska hondbóltssambandið kunngjørt, at persónurin andaðist. Talan var um eitt fjølmiðlafólk, skrivar EHF

Dagført: 21.11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder