Magne Hoseth hevur í dag boðað sínum spælarum frá, at hann ikki heldur fram í starvinum til næsta kappingarár.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.
Tað eru millum annað persónligar orsøkir, ið gera, at at 43-ára gamli norðmaðurin eftir steypafinaluna 2. november fer aftur til Noregs.
Har skal hann millum annað halda fram við at taka Pro Licens - hægsta venjaraprógv sum er. Verður tað eitt nýtt venjarastarv skjótt, so verður tað eitt, sum er nærri familju hansara.
Magne Hoseth kom til B36 í juni, eftir at samstarvið millum Dan Brimsvík og B36 endaði. Sáttmálin millum Hoseth og B36 er bert galdandi til kappingarlok, so tað er ikki heilt óvæntað, at norðmaðurin og B36 ikki leingja samstarvið. Tað hevur ljóðað í eina tíð - og sum skilst verið avgjørt fyri eitt sindur av tíð síðani - og nú staðfest.
Ein nýggjur norðmaður
Í síðsta mánaða setti B36 Tummas Erling Djurhuus sum ítróttarstjóra. Hann og nevndin hava verið í gongd við at loyst venjaraspurningin, og nú er ein loysn funnin.
Hetta hevur Portalurin fingið upplýst frá góðum keldum. Sum skilst er aftur talan um ein norðmann og verður viðkomandi kunngjørdur skjótt.
Royndi Dag-Eilev Fagermo, sum júst hevur avloyst David Nielsen í Lillestrøm, var eitt av evnunum, men eftir øllum at døma verður tað ikki hann, sum skal leiða B36 víðari.
Magne Hoseth hevur fýra dystir eftir í starvinum. Hann skal royna at fáa B36 uppum NSÍ, so liðið endar í Evropa til næsta ár. Allrseinasti dystur er steypafinalan móti grannunum HB 2. november - tá kann B36 bæði tryggja sær steyp og 2. umfar í Conference League næsta ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald