Vísindalig gransking hevur alstóran týdning fyri framburð, eisini í fótbólti, men tað er soleiðis, at nógv meira verður granskað í monnum enn kvinnum.
Hetta sigur Magni Mohr, professari, sum er gestaritstjóri á vísindaligum serriti um úrvalskvinnufótbólt
- Serritið er kærkomið og lýsir ymisk øki hjá kvinnunum, og tað hevur vantað leingi, sigur Magni Mohr við setur.fo.
Professarin á Fróðskaparsetrium hevur ritstjórnað saman við Maysa de Sousa, lektara (Brasil), Joao Brito, professara (Portugal) og Svein Arne Pettersen, professara (Norra).
Mynd: Sverri Egholm
15 nýggjar vísindaligar greinar eru í hesum nýggja serritinum um kvinnuúrvalsfótbólt, sum tíðarritið Scandinavian Journal of Medicine and Science in Sports hevur givið út.
Magni Mohr hevur sjálvur eisini skrivað fýra av teimum 15 greinunum í ritinum; leinkja til tær eru á setur.fo
Alt serritið um úrvalsfótbólt hjá kvinnum kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald