Í morgun byrjaði stóra vísindaliga ráðstevnan hjá WHO, World Innovation Summit for Health í Qatar, ið Football is Medicine er partur av, og í morgin eru fyrilestrar við Magna Mohr, professara, og May-Britt Skoradal, lektara í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.
Ráðstevnan, World Innovation Summit for Health (WISH), byggir á eina nýggja frágreiðing um, hvussu stórar altjóða ítróttarkappingar kunnu gagnnýtast til at fremja rørslu og kropsliga heilsu meira alment. Frágreiðingin eitur "Play the long game: A framework for promoting physical activity through sports mega-events", og hon verður løgd fram á ráðstevnuni nú.
Framløgurnar á hesi ráðstevnuni snúgva seg um fótbólt, rugby og súkkling, og eitt høvuðsevni verður orðaskifti um, hvussu stórar ítróttarstevnur kunnu stuðla londunum í at røkka altjóða málinum um at fáa fólk at røra seg 15 prosent meira í 2030.
Skráin
Eitt endamál er somuleiðis at styrkja um altjóða vísindaligu samstørvini á hesum økinum og at fáa umsett vísindini til politikk og mannagongdir, fólkaheilsuni at frama.
Ein partur av stóru WHO-ráðstevuni í Qatar er Football is Medicine, har Føroyar og Fróðskaparsetrið spæla leiðandi leiklut saman við Syddansk Universitet.
Á skránni eru tí eisini fyrilestrar við Magna Mohr, professara, og May-Britt Skoradal, lektara í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.
May-Britt Skoradal
Sum sæst á skránni niðanfyri verður fyrilesturin hjá Magna Mohr mikudagin 5. oktober klokkan 13:30 føroyska tíð, og May-Britt Skoradal fer á pall sum annar røðari eftir klokkan 18:00 (Doha er tveir tímar framman fyri okkum).
Til ber at melda seg - ókeypis - til her.
Fróðskaparsetur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald