Annað

Magnus brýtur tøgnina, men vil ikki siga nakað um ósemjuna

Magnus Carlsen og Hans Niemann kunnu hittast aftur, um tað eydnast báðum at spæla seg í finaluna í Julius Baer Generation Cup.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-09-22 08:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski telvarin, Magnus Carlsen, vil enn ikki greiða nærri frá, hvat tað er, sum er á vási millum hann og amerikanska telvaran, Hans Niemann.

Magnus Carlsen hevur fyri fyrstu ferð svarað spurningum viðvíkjandi seinastu talvunum teirra millum, sum veruliga hava skapt yvirskriftir í altjóða miðlum.

Norska talvstjørnan tveitti eina bumbu, tá hann fyri tveimum vikum síðan tók seg úr kappingini, Sinquefield Cup, eftir at hann sera óvæntað tapti móti unga amerikanaranum, Hans Niemann.

Seinni legði hann eitt gamalt videobrot út á sosialu miðlarnar, sum vísir fótbóltsvenjaran José Mourinho, har hann sigur: “Um eg sigi nakað, so fái eg trupulleikar”.

Hetta hevur skakað talvheimin, og mong eru av teirri sannføring, at Carlsen við hesum sipar til, at Niemann snýtti í talvinum. Hetta vil norðmaðurin tó ikki siga nakað um, enn.

- Eg kann tíverri ikki siga nakað um tað, men fólk kunnu gera sínar egnu niðurstøður, og tað hava tey gjørt, segði hann sambært VG og talvmiðlinum Chess24.

- Eg má viðganga, at eg havi stóra virðing fyri spælinum hjá Niemann, og eg havi eisini virðing fyri mentori hansara, Maxim Dlugy, ið má hava gjørt eitt gott arbeiði, sigur Magnus Carlsen.

Mánadagin hittust Carlsen og Niemann aftur, hesuferð í einum talvi á netinum. Og her fór Carlsen við øllum uppmerkseminum, tí hann eftir fyrsta leik valdi at slíta videosambandið og gavst.

Magnus er greiður yvir, at hann hevur skapt eina umstrídda støðu.

- Eg veit væl, at núverandi støðan er óheppin, sigur hann við VG og leggur afturat, at hann fer at úttala seg nærri, tá núverandi kappingin, Julius Baer Generation Cup, er liðug.

Carlsen og Niemann hittast aftur, um báðir megna at spæla seg fram til finaluna í kappingini. Í løtuni eru teir komnir fram til fjórðingsfinalurnar.

Hans Niemann hevur ferð eftir ferð víst aftur, at hann skuldi havt snýtt í Sinquefield Cup, tá Carlsen valdi at taka seg úr kappingini. Evsti dómarin í kappingini hevur heldur ikki funnið tekin um, at tað ikki varð telvað eftir reglunum, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder