2025-12-30 20:33
Norðmaðurin Magnus Carlsen gjørdist í dag heimsmeistari fyri 20. ferð.
Tað hendi tá hann vann finaluna í snartalvi í Doha, har hann vann móti Nodirbek Abdusattorov úr Usbekistan.
Fyri bara tveimum døgum síðan gjørdist hann heimsmeistari fyri 19. ferð, tá hann vann í HM í kviktalvi.
Sambært NTB tíðindastovuni er tað fimtu ferð, at hann vinnur í tveimum greinum í sama meistaraskapi.
35 ára gamli norðmaðurin hevur vunnið fimm heimsmeitaraheiti í vanligum talvi, seks í kviktalvi og níggju í snartalvi.
Í finaluni í dag tapti fyrsta umfar, men kom aftur í øðrum umfari. Triðja umfar endaði við remi, og í triðja umfari tryggjaði Magnus Carlsen sær HM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald