Magnus Egilsson, sum kom til B36 undan hesum kappingaárinum, eftir at hava roynt seg í Íslandi, verður eisini partur av B36 komandi tvey árini.
Hann hevur longt sáttmálan við árstalsfelagið í tvey ár.
- Tað hevur víst seg at vera góður fongur, sum B36 gjørdi í vetur, tá vit skrivaðu undir sáttmála við Magnus Egilsson. Magnus hevur alt árið verið fastur fúsur á vinstra bakki, og við einum hat-trick móti Borac Banja Luka slerdi hann navn sítt fast við sjey-tumma seymi, tá málini hjá honum vóru við til at venda 2-0 tapi til samlaðan sigur móti sterku bosnisku mótstøðuni, skrivar B36 á heimasíðuni.
Magnus Egilsson er annars uppvaksin hjá grannunum í HB, og hevur spælt í fleiri ár á besta liðnum hjá teimum reyðu og svørtu. í 2014 og í 2015 spældi hann við argjamonnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald