Håkan Ericson kunngjørdi fyri løtu síðani, hvør hópurin verður til komandi dystirnar hjá A-landsliðnum. 25 leikarar eru úttiknir til uppgávurnar.
Liðið skal 11. november spæla venjingardyst í Litava, tríggjar dagar seinni spæla Nations League-dyst í Lettlandi, og árið endar 17. november á Malta.
Landsliðsvenjarin í nýggja fjepparahandlinum hjá landsliðnum, ið letur upp í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Nýggi maðurin í hópinum er 20-ára gamli Magnus Holm Jacobsen. Miðvallarin úr B36 hevur spælt fimm U21-landsdystir, men hann verður ikki við til dystirnar í Spania og í Kasakstan. Magnus hevur havt eitt gott kappingarár við B36, har hann millum annað hevur víst seg fram í evropeisku dystunum, eins og á U21-landsliðnum. Tríggir leikarar við aldri til U21 hava verið við í heyst: Adrian Justinussen, Daniel Johansen og Jákup B. Andreasen. Teir skulu við U21 hesuferð.
Gunnar Nielsen og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru ikki við seinast, hóast teir vórðu úttiknir. Orsøkin var, at feløg teirra í Íslandi ikki ynsktu at leysgeva teir orsakað av sóttarhaldsreglunum. Nú er íslendska kappingin avblást orsakað av koronu, og eingin forðing skuldi verið.
Hópurin:
Málverjar:
Gunnar Nielsen (FH)
Teitur Matras Gestsson (HB)
Tórður Thomsen (NSÍ)
Høgri bakkar:
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann Bergen)
Vinstra bakkur:
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Miðverjar:
Rógvi Baldvinsson (Bryne)
Heðin Hansen (HB)
Sonni Ragnar Nattestad (B36)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Odmar Færø (KÍ)
Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (GAIS)
Kaj Leo í Bartalstovu (Valur)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg)
Hallur Hansson (AC Horsens)
Dan í Soylu (HB)
Magnus Holm Jacobsen (B36)
Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Patrik Johannesen (KÍ)
Jóan Símun Edmundsson (Arminia Bielefeld)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald