Eftir eitt sannførandi HM-endaspæl fyri Ongaland seinasta summar var eftirspurningurin eftir Harry Maguire stórur. Serliga vóru tað Manchester-feløgini, ið vórðu sett í samband við miðverjan.
Eitt ár seinni er søgan tann sama. Maguire hevur verið settur í samband við serliga United í hesum flytingarvindeyganum, og í dag bórust tíðindini um, at leikarin sjálvur ynskir at skifta felag. Hetta gjørdi hann sambært Sky Sports greitt í seinastu viku.
Leicester er sinnað at selja Maguire, men bert um keyparin vil av við heimsmetið fyri einum verjuleikara. Hetta metið setti Liverpool í januar í fjør, tá Virgil Van Dijk kom úr Southampton fyri 75 milliónir pund. United hevur bjóðað 70 milliónir pund, men Leicester hevur gjørt báðum Manchester-feløgunum greitt, at har skal meira til fyri at fáa fatur á Maguire.
Fótbóltur
Maguire ynskir at fara til Manchester
Miðverjin hevur boðað Leicester frá, at hann vil úr felagnum. Hann kann gerast heimsins dýrasti verjuleikari.
Harry Maguire skiftir helst felag í summar - Mynd: EPA
2019-07-15 19:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald